Fípan og Beinta vunnu barnaróðurin

Tað letur til, at blaðungu genturnar í Klaksvíkar Róðrarfelag rættuliga hava funnið áralagið umborð á Fípuni Føgru. Tá ið barnaróðurin fyri gentur var í Klaksvík, var tað Títlingur, sum vann, meðan Fípan Fagra var næstfremst. Í Hvalvík á Sundalagsstevnu fyri einari viku síðani var Fípan Fagra nummar eitt, meðan Spógvin av Glyvrum var næstfremstur.

 

Í dag er Fjarðastevna á Skála, og aftur í dag vóru tað tær á Fípuni Føgru, sum fóru fyrst um málstrikuna. Hesa ferð var tað í tættari kapping við Títlingin, sum var ein skut aftari. Firvaldur vann bronsuna í tættari kapping við Jallin.

 

Í kappingini millum dreingjabátarnar vóru dreingirnir úr Miðvági umborð á Beintu aftur í dag stinnastir. Teir vunnu tæltta kapping við Junkarin úr Kvívík. Dreingirnir úr Kvívík vunnu í Klaksvík, men so vunnu teir úr Miðvági í Sundalagnum, og aftur í dag vóru teir úr Miðvági stinnastir.

 

Barnaróður dreingir

1 Beinta 02:48.19

2 Junkarin 02:50.04

3 Jomfrúgvin 03:10.20

4 Ternan 03:15.05

 

Støðan

1 Junkarin 18

2 Jomfrúgvin 17

3 Beinta 14

4 Ternan 13

 

Barnaróður gentur

1 Fípan Fagra 02:48.21

2 Títlingur 02:49.04

3 Firvaldur 02:51.05

4 Jallurin 02:51.13

5 Spógvin 02:52.07

6 Beinta 02:59.13

7 Hulda 03:01.10

8 Pílur 03:02.23

9 Falkur 03:12.21

10 Royndin Fríða 03:23.14

 

Støðan

1 Fípan Fagra 20

2 Títlingur 17

3 Jallurin 14

4 Spógvin 13

5 Firvaldur 11

6 Hulda 5

7 Beinta 3

8 Falkur 1

9 Pílur 0

10 Royndin Fríða 0

 

 

 

 

 

mynd: krf.fo