Tað var yvirhøvur einki at ivast í, tá ið 5-mannaførini við dreingjum róðu finaluróður millum teir tíggju, sum vóru bestir í teimum báðum riðlunum í hálvfinaluni.
Fípan Fagra sprakk avstað, og dreingirnir úr Klaksvík hugdu ongantíð afturum seg. Fípan Fagra var meiri enn eina bátslongd undan næsta avbjóðaranum, tá ið bátarnir fóru um málið. Fagnaðurin millum heimafólkið var stórur, tí Fípu dreingirnir syrgdu fyri, at í hvussu so er ein sigur endar í Klaksvík.
Fípan Fagra stýrdi róðrinum fult og heilt. Oddastøðan var ongantíð hótt, og tað kendist soleiðis, at um teir á Sílinum høvdu bjóðað uppaftur meiri av, so búðu fleiri knotur eftir í teimum á Fípuni Føgru.
1. Fípan Fagra
2. Sílið
3. Junkarin