Fípan Fagra vardi æruna hjá klaksvíkingum

Sílið fekk tvey gul kort og varð kolldømt fyri at skikka sær illa í startinum og fyri vánaliga stýring, sum eitt nú gekk út yvir Tjaldrið

Í fjør vunnu klaksvíkingar umleið helvtina av øllum róðrunum í øllum seks kappingunum. Teir í Klaksvík hava lagt nógv fyri, og teir hava fyrireikað seg væl til hetta kappingarárið, men talið á sigrunum boðar frá, at úrtøkan hevur ikki verið eins góð í ár, sum hon var í fjør.
Einasti báturin úr Klaksvík, sum vann í Runavík, var Fípan Fagra. Leingi tóktist tað, sum um Sílið skuldi gerast stóri sigursharrin, men hjá teimum gekk tað verri enn illa. Á startmálinum kendi dómarin seg noyddan at geva teimum gult kort. Og tað var ikki so langt eftir, at bátarnir vóru farnir at rógva, at dómarabáturin aftur var framvið og sendi gula flaggið upp fyri Sílinum, sum annars tóktist liggja væl fyri. Dómarin var ikki nøgdur við stýringina hjá havnardreingjum. Tað fingu teir gult kort fyri, og harvið vóru teir ikki við í kappingini.
Reglurnar siga, at um sami bátur fær tvey gul kort í einum og sama róðri, so er tað at rokna sum reytt kort, og harvið er báturin kolldømdur. Báturin er kortini ikki bannaður at luttaka í næstu kappingini.
Fípan Fagra var alla tíðina við í kappingini har frammi, men tað var ikki fyrrenn á síðstu hálvt annað hundrað metrunum, at teir tryggjaðu sær sigurin. Endaspurturin hjá klaksvíksdreingjum var sera sannførandi, og á málinum vóru teir bara ein evarska lítlan hálvan skut undan Bliki, sum var eina hálva bátslongd frammanfyri Tjaldrið.
Á norðoyarstevnu høvdu teir umborð á Tjaldrinum trupulleikar við at koma leysir av fasta startinum. Tí fingu teir vánaligan start, men kortini eydnaðist tað teimum at stríða seg fram á annað plássið. Tað varð roknað við, at teir skuldu hava møguleika at gera um seg í heimasjógvi, men heldur ikki hesa ferð hilnaðist tað nakað serligt hjá Tjaldrinum, sum endaði á fjórða plássi.
Eftir róðurin var manningin á Tjaldrinum sera hørm um, at stýringin hjá Sílinum skuldi hava verið teimum til so stóran ampa. Tjaldursdreingirnir vildu hava umróður beinanvegin. Men tað helt dómarin ikki, at tað var orsøk til.