Fípan Fagra aftur til heiður og æru

5?mannafør gentur: Í fyrraárið vóru tær framvið, og nú tykist tað, sum um tær av álvara ætla at gera seg galdandi

 

Tað var tann tíð, tá Fípan Fagra úr Klaksvík gjørdi um seg í kappróðrinum. Frá 1964 og fram til 1972 var kappast um FM heitið í einum róðri fyrst í august. Ofta vóru kappingarnar á Skálafjørðinum. Dreingirnir á Fípuni Føgru vunnu fyrsta árið ? í 1964, og genturnar vunnu fýra ferðir: í 1965, 1966, 1967 og í 1969.

Síðani tá hevur lítið verið at hoyrt til Fípuna Føgru. Besta úrslitið fingu tær í 1999, tá tær vunnu bronsu í FM kappingini. Í fjør gekk einki serligt, men nú tykist tað av álvara at vera farið at gangu undan.

Genturnar við Fípuni Føgru vunnu næstsíðsta vikuskifti á Strondum, og ? í hvussu so er sum tað er okkum kunnugt ? eydnaðist tað leygardagin fyri fyrstu ferð nakrantíð at fáa sjey stig í einum FM róðri.

Spenningurin var stórur, og genturnar í Klaksvík megnaðu at liva upp til tað, sum viðhaldsfólkini høvdu vónað og kanska roknað við.

? Tað gekk akkurát, sum tað skuldi. Vit fingu ein fínan start, og vit kendu tað sum um vit vóru ímillum tær fremstu beinanvegin. Stýrimaðurin hjá okkum segði, at vit lógu væl fyri, og vit megnaðu næstan allan vegin at halda ferðina, sum vit høvdu ætlað.

Tað sigur Heidi Joensen, sum er bátsformaður umborð á Fípuni Føgru.

Tú sigur næstan allan vegin?

? Ja, kanska kundi endaspurturin eydnast eitt sindur betur, enn hann gjørdi, men vit hava alla orsøk til at vera væl nøgdar.

Bátsformaðurin sigur tað ikki sjálv, men tað ber væl til at ímynda sær, at tað hevur verið eitt sindur torført hjá klaksvíksgentum at leggja alla orku í endaspurtin, tá tær lógu so væl fyri. Á málinum vóru tær gott og væl leysar av næstfremsta bátinum, sum var Sílið. 5?mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag er nýtt. Tað er Magni Nielsen, sum hevur smíðað

Hvussu var hesin róðurin, tá tit sammeta við tann á Strondum?

? Ta ferðina var Sílið ikki við. Tjaldrið endaði næstfremst, og á norðoyarstevnu hugdu vit mest eftir hesum báðum bátunum, men tað var eitt sindur torført, tí Sílið var vestast, og Tjaldrið var eystast, meðan við vóru nummar fýra eystanífrá.. Líkindini á Strondum vóru ikki so góð, sum tey vóru leygardagin, og so spældi tað eisini inn, at vit ikki høvdu okkara egna stýrimann við á Strondum. Tá læntu vit stýrimannin av Jarnbardi.

Nógvar royndir

Omanfyri hava vit tosað um gentumanningina umborð á Fípuni Føgru. Talan er um gentubát, men rógvararnir eru í búnum aldri, og við einum undantaki hava tær nógvar royndir í kappróðri. Tær eru ímillum 18 og 23 ára gamlar. Eingin teirra róði í fjør, men í fyrraárið vóru tær við til at vinna bronsumerkini.

Í ár fóru tær undir venjingina fyrst í mars, og síðani sunnudagin 29. apríl, tá nýggju bátarnir í Klaksvík vórðu flotaðir, hava tær vant stútt og støðugt. Venjingarætlanin sigur, at tær skulu venja tríggjar dagar og so halda frí ein dag, og tað hava tær gjørt.

Umborð á Fípuni Føgru er Sonja Andreassen stýrimaður. Á lærinum eru Jórun Høgnesen og Maria Torgarðsson. Í rúminum eru Selma Høgnesen og Gunnvør Joensen, og á toftini sita Heidi Joensen og Rúna Simonsen.