Flogbóltur
Tey bæði siðvandu Fleyr og Mjølnir eru á aftastu sessunum í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti. Tað er støðan eftir fyrstu fáu dystirnar á árinum, og hvørgin parturin megnaði av álvara at sannføra um, at tað eigur at vera øðrvísi enn tað sama.
Á Kambsdali var Fleyr á vitjan, og her var fyri tað nógva talan um einvegis ferðslu. Meistararnir úr ÍF vóru greitt omaná, og tó at Fleyr royndi at svara aftur eina løtu, so gav hetta ikki stórvegis. Tvørtur ímóti setti ÍF av álvara trumf á, tá Fleyr hevði tikið triðja settið, og við tryggum 25-16 í fjórða settinum undirstrikaði ÍF, at teir vóru sterkara liðið.
Í Sørvág beit Mjølnir eitt sindur meira frá sær. Eftir at gestirnir javnaðu til 1-1 eftir næsta settið, tóktist spenningur veruliga at koma í dystin, men vertirnir vildu tað tó øðrvísi. Triðja og fjórða settið var als eingin ivi, og so kundu teir leggja seg ájavnt við ÍF í oddinum.
Fram, sum hevði frí hetta vikuskiftið, tykist enn hava hug at stinga nøsina fram millum tey bæði oddaliðini. Mikukvøldið skulu teir á heimavølli royna seg móti SÍ í tí, sum líkist eisini veruligari styrkisroynd.