Fimm av teimum átta liðunum í Eikliguni hjá kvinnum hava millum lítið og einki at spæla fyri, tí tað er millum trý tey fremstu, at tann veruliga kappingin hevur verið tað mesta av kappingarárinum.
Fríggjakvøldið tók ÍF á Kambsdali ímóti hinum eysturoyarliðnum, Ternuni, og her eydnaðist fuglafjarðarkvinnum at vinna 3-1.
Ternan legði tó bragdliga fyri og vann fyrsta sett 26-24, men so sat ÍF á restini og vann trý sett á rað og tók sostatt sigurin. Tað merkir í grundini, at ÍF enn hevur ein lítlan møguleika fyri bronsu, um liðið í evstu løtu sleppur fram um SÍ, nú liðini bæði hava tveir dystir eftir.
Roknast kann við, at ÍF í øllum førum vinnur fýra stig aftrat, tí teir báðir síðstu dystirnir eru TB á heimavølli og KÍF á útivølli, og hóast tey bæði mótstøðuliðini eisini kunnu vera tung at syfta, skuldu hetta verið tveir dystir, ÍF kundi tikið.
So er spurningurin bara, um tað verður nóg mikið til at taka SÍ aftur. Sørvágskvinnur hava tveir útidystir eftir og skulu fyrst spæla grannadyst ímóti Drátti og síðani ein toppdyst ímóti Mjølni. Tað skuldi borið til hjá SÍ at fingið í øllum førum tvey stig burturúr, og tað er nóg mikið til at verða verandi millum trý tey bestu, men eydnast tað ikki, er stórur møguleiki fyri, at ÍF fer framum.
Einki sovorðið stóð upp á spæl í hinum kvinnudystinum, sum var í Kollafirði í gjár, har KÍF og Dráttur møttust. Hetta eru tey bæði niðastu liðini, men tey leveraðu kortini ein javnan og spennandi dyst, har tvey av settunum fóru upp um 25 stig. Men KÍF hevði munin og vann fyrsta, triðja og fjórða sett, hóast Dráttur fór við øðrum setti og royndi at geva mótstøðu í hinum eisini.