Fínpussa fíggjarlógina

Seinasta hond veðrður núløgd á fígjarlógaruppskotið, sum væntandi verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

Undirskotið á fíggjarlógini verður, sum væntað, helst einar 200-300 milliónir krónur í ár, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Meira nágreiniliga vil hann ikki siga nakað um uppskotið, sum hann væntar, at hann fer at leggja fyri Løgtingið í næstu viku.
Arbeitt hevur verið við at gera fíggjarlógaruppskotið liðugt, og tað arbeiðið hevur gingið væl. Onkur hevur vilja havt eitt sindur meira í sín part, enn skotið hevur verið upp.
?Ósemjur hava ongar verið sum so. Menn hava arbeitt hugaliga og seriøst, sigur landsstýrismaðurin. Allir eru greiðir yvir, at sparingar eru neyðugar, men tær verða ikki so ógvusligar, sum onkuntíð hevur verið nevnt, sigur hann.
Nevnd hava verið tøl sum einar 400 milliónir, ið fara at vænta í fyri at fáa alt at hanga saman. Men slík tøl koma ikki upp á tal, sigur Bárður Nielsen. Tað ber stutt og greitt ikki til, tí so steðgar alt upp, sigur hann.
?Eitt undirskot upp á eina 200-300 milliónir á fíggjarlógini eitt ár, er til at bera. Men tað kann sjálvandi ikki halda fram, sigur landsstyrismaðurin.
Nú verður so fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 fínpussað og redigerað, og vónandi fáa vit so eina fíggjalróg heilt skjótt, sigur Bárður Nielsen.
Tað skal skjótt farast undir at gera fíggjarlógaruppskotið til næsta ár, vísir hann á. Tað skal vera liðugt í september. Hvussu tá verður, er ikki gott at siga. Alingini kunnu vit ikki vænta tað stóra frá, sum støðan er nú. Sjúka hevur lagt so nógv alibrúk oyðin, at har verður einki tikið aftur fyrr enn í fyrsta lagi í 2006, og tískil eru sjálvandi heldur ongar inntøkur væntandi haðani.