Fámjin er best røkta bygd í 2010

Í gjár vórðu vinnararnir av Umhvørvisátakinum 2010 avdúkaðir á almennari samkomu í Perluni. Virðislønir vórðu latnar fyri ”Best røkta bygd”, ”Best røkta bygda-og varðagøta”, ”Ársins grøni stovnur” og ”Besta átak”

ÁTAK

Tað var Fámjin, ið fekk heiðurin sum “Best røkta bygd 2010”, og Tjørnuvík fekk 2. virðisløn.
Gøtan um Leirvíksfjall vann heiðurin fyri “Best røkta bygda- og varðagøta”, og Vestmanna skúli vann heiðurin “Ársins grøni stovnur”. Harafturat varð ein heiðursløn latin fyri “”Besta átak”, og hesa fekk Dugni fyri endurny?tsluhøllina á Kambsdali og Tinghúsið á Hjalla.

Grundgevingar
Nevndin, sum hevur mett um, hvør skuldi fáa hesar heiðurslønir, sigur um ”Best røktu bygdina” – Fámjin, at henda bygdin eisini áður hevur víst seg frammarliga í kappingini.
- Bygdin er framúr væl fyriskipað í búseting og bygging annars, og vegakervið er gott og væl virkandi. Bygdin hevur raðfest spillivatnsskipanina og er komin rættiliga langt áleiðis at hava eina fullførda og lidna skipan. So at siga einki órudd sæst, og væl
verður gingið um. Økini fram við vegjaðara, við byggigrundir, girðingar og annað er væl frágingið. Borgarar hava sera góðar umstøður at luttaka í felags tiltøkum, ferðafólkatænastan
er ment nógv, og dentur er lagdur á at halda søgulig støð og fornminni í góðum standi.
Metingarnevndin sigur eisini, at kommunan og bygdaráðið hava víst framskygni í burðardyggari menning og nýhugsanum við at leggja økið út til viðalund og snildisliga seta upp ny?ggjan drekkivatnsbrunn inn í eldri grótbrot og leggja flag á.
Lagt verður aftrat, at á negativu síðuni kann vísast til, at smávegis betongleivdir síggjast frá bygging, og at nakað enn er eftir at fáa liðugt til spillivatnsskipanina.”

Bygda-og varðagøta
Um ”Best røktu bygda- og varðagøtu” – gøtan um Leirvíksfjall – sigur nevndin, at henda virðisløn verður latin til øki, har bygdagøtan hevur havt stóran ty?dning gjøgnum tíðirnar, men sum eisini enn verður nógv brúkt, og kanska hjá nøkrum er vorðin fastur táttur at ganga á hvørjum ári.
- Gøtan er væl hildin og trygg um Skarið. Hon er løtt at finna á báðum síðum á fjallinum, og væl er frámerkt, har hon byrjar, og har leiðin gongur eftir varðunum.
Metingarnevndin hevur einki negativt at viðmerkja um hesa bygda- og varðagøtu um Leirvíksfjall.

Ársins grøni stovnur
Virðislønin fyri ”Ársins grøna stovn” er latin Vestmanna skúla.
- Metingarnevndin er púra samd, at her er ein stovnur, sum er komin heilt langt áleiðis og hevur rokkið fleiri málum við at minka um orkunýtslu, bæði til upphiting og ravmagn, ið hevur fingið í lag vælvirkandi ruskskiljing, har pappír, matleivdir, battaríir og annað rusk verður tikin inn til hagreiðing. Nakað fer til beinleiðis endurnýtslu, annað er vandamikið rusk, meðan matleivdir fara til kompost, har tøðini verða nýtt í viðarlundini og aðrari gróðurseting, ið skapt er kring stovnin farnu 10 árini.
Nevndin sigur, at skráir og ætlanir eru lagdar, har myndugleikar, starvsfólk og brúkarar í felag skipa grønu verkætlanina, ið støðugt er í menning og útbygging.
- Við framskygni og við áhaldandi at menna grøn tiltøk, er hesin stovnur fyrimyndarligur og eitt gott dømi um, hvussu slíkir stovnar kunnu skipast.

Besta átak
Tinghúsið og endurnýtsluhøllin hjá Dugna á Kambsdali gjørdist vinnari av ”Besta átaki”.
- Henda virðislønin verður latin fyri framskygt átak, ið fremur grøna tilvitan og nýhugsan, og sum virkar positivt í mun til náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning og/ella burðardygga ferðavinnu.
Metingarnevndin gjørdi av at lata Dugna heiðurin fyri, tí stovnurin bæði hugsar um at nýta minni og serstakt um at bøta um og seta í stand brúktar lutir, ið kunnu seljast aftur fyri lítla upphædd og soleiðis kunnu endurnýtast.
- Endurnýtslufyribrigdið er ikki ókent, men meta vit tó, at stovnurin eisini við sínum starvsfólkapolitikki hevur rós uppiborið og at verða kosin Besta átak 2010, sigur metingarnevndin.