Fámará: Jens Heri Jacobsen fekk festið

Sumbingurin Jens Heri Jacobsen verður nýggi festarin í Fámará. Tað váttar Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni.

Í gjár gjørdist greitt, at Johan og Rakul Dalsgarð ikki fáa festið í Fámará. 10 umsóknir komu inn til festið, og nú er greitt, at sumbingurin Jens Heri Jacobsen er tann, sum Búnaðarstovan metti best skikkaðan til starvið.

- Út frá einari heildarmeting hevur toymið í Búnaðarstovuni gjørt av, at Jens Heri er tann best skikkaði. Hann hevur tað neyðugu útbúgvingina, og hann hevur drúgvar og viðkomandi arbeiðsroyndir, greiður Bjørn Patursson frá, og leggur aftrat, at toymi í Búnaðarstovuni einmælt samtykti at lata festið uppí hendurnar á Jens Hera.