Fólkini aftan fyri Asfalt

Vit lýsa andlitini í eru aftan fyri Føroya størsta tónleikatiltaki

Navn: Bogi Andreasen
 
Aldur: 33 ár
 
Yrki: Dagligur leiðari á Margarinfabrikkini
 
Hvør er tín uppgáva í samband við Asfalt? Verið við til at skapa og uppbyggja konseptið. Eri høvuðsfyriskipari av tiltakinum.
 
Hví er tú við til at skipa fyri Asfalt? Fyri at seta allan føroyskan tónleik í fokus. Og sum heild fyri  at betra um umstøðurnar hjá føroyskum tónleiki. Arbeiða við at fáa uppbygt ein tónleikamiðdepil í Havn har tónleikarar sjálvir kunnu betra um egin kor.
 
 
Navn: Hergeir Eldevig

A
ldur: 27 ár
 
Yrki: Lesi til Marknaðarføringsøkonom á Niels Brock í Keypmannahavn
 
Hvør er tín uppgáva í samband við Asfalt?:
Samansett skránna o.a. Samskipari tvær tær síðstu vikurnar uppundir Asfalt
 
Hví er tú við til at skipa fyri Asfalt?:
Sum eitt mennandi lið í míni útbúgving.
Havi stóran áhuga fyri tónleiki og fyrireikan av tónleikatiltøkum. Har málið er at vera við til at tryggja føroyskum tónleiki ein tryggan og effektivan grundvøll til víðari uppbyggjandi menning.



Navn: Annlis Bjarkhamar
 
Aldur: 32 ár
 
Yrki: Dagligur leiðari hjá Javna
 
Hvør er tín uppgáva í sambandi við Asfalt?:
Eg havi fyri størstan partin verið við til at skapa konseptið, at fáa fíggjarligan stuðul til vega og so fyrireika tiltakið í síni heild.


Hví er tú við til at skipa fyri Asfalt? Tað er fyrst av øllum tí, at Asfalt sum tiltak hevur eitt gott endamál og tí at tiltakið vónandi fer at kasta nakað av sær til føroyskan tónleik.
 


Navn: Siri Hansen
 
Aldur: 26 ár
 
Yrki: Pedagog á Margarinfabrikkini
 
Hvør er tín uppgáva í samband við Asfalt? Samskifti við tónleikarar, skipi fyri barnatiltakinum og ymiskt annað fyrifallandi
 
Hví er tú við til at skipa fyri Asfalt? Eg haldi, at hetta er eitt so spennandi og øðrvísi tiltak, at eg mátti bara siga ja, tá eg bleiv spurd, um eg vildi vera við. Eg haldi, at umstøðurnar hjá tónleikarunum í Føroyum eru alt ov vánaligar, tað spælistøð, venjingarhølir og stuðul til fløgur og promovering annars viðvíkur. Hetta vil eg gera nakað við, við at vera ein partur av Asfalt, ið stuðlar føroyska tónleikalívium, við at vera eitt feitt tónleikatiltak í sær sjálvum og sum samstundis gevur nakað aftur til tónleikaumhvørvið, við at yvirskotið fer í ein grunn til mentunarlig
endamál, og at tað næsta ár, verður arbeitt fram ímóti at fáa útlendingar hendan vegin, so teir kunnu koma at kenna tað ótrúliga tónlistarliga lívið her á oyggjunum. Eg eri stolt av at vera við til at fáa Asfalt upp á beinini og vænti, at Asfalt verður nakað, ein ikki kann vera fyri uttan í føroyska tónleikalívinum í framtíðini.


 
Navn: Heri Eyðinsson Petersen
Aldur:  34 ár
 
Yrki: Lesi til pedagog og starvist á stovni fyri menningartarnaði
 
Hvør er tín uppgáva í samband við Asfalt? Samskifti við tónleikarar og ymiskt annað fyrifallandi
 
Hví er tú við til at skipa fyri Asfalt? Tí tað er bæði stuttligt og spennandi at vera við til at fyrireika eitt so stórt tiltak. Havi arbeitt saman við Boga áður, og vildi fegin hjálpa honum.
                                           
Navn:  Jaspur Guttesen


Aldur: 24 ár

Yrki: Lastbil chauffør
 
Hvør er tín uppgáva í samband við Asfalt? Ábyrgd av at heingja upp plakatir og annað fyrifallandi arbeiði
 
Hví er tú við til at skipa fyri Asfalt? Tí eg vil fegin hjálpa tí føroyska tónleikalívinum við at menna seg. Og møguliga eisini við at koma út um landoddarnar. Her hugsi eg serliga um Asfalt grunnin
 
 
Navn: Torfinnur Jákupsson
 
Aldur: 22 ár
 
Yrki: Lesi í London, fjølmiðlaframleiðslu
 
Hvør er tín uppgáva í samband við Asfalt? Myndamaður v.m.
 
Hví er tú við til at skipa fyri Asfalt?: Eg vil gjarna hjálpa til við Asfalt, tað eg kann. Asfalt er eitt tiltak, ið er til fyri at asfaltera vegin fyri einum feitari framtíðar tónleikaumhvørvi í Havnini. Tað havi eg alla virðing fyri, og meti, at stórur tørvur er á slíkum tiltøkum