Fólkið ynskir niðaru loysnina

Um 9-tíðina í gjárkvøldið kunngjørdi formaðurin í valstýrinum í Leirvík, Jacob Meinhard Sólbjørg úrslitið av fólkaatkvøðuni: 60 prosent ynskja ta niðaru vegaføringina gjøgnum bygdina

Leirvík: Nú er eingin ivi um, hvørja loysn fólkið í bygdini ynskir sær: Ta niðaru loysnina, við vegi gjøgnum bygdina.

Hetta er í roynd og veru sama uppskot sum landsverk hevur gjørt og sum løgtingið hevur samtykt.

Hetta sama ynsktu eisini leirvíkingar í stórum tali: 644 høvdu valrætt, og av tveimum 546 sum greiddu atkvøðu, ynsktu 323 teirra hesa loysnina. Hinvegin ynsktu 218 leirvíkingar ta ovaru loysnini, Uppi í Brekkum, soleiðis sum uppskotið frá Selmari Nielsen, arkitekti ljóðaði.

Í prosentum var talan um 59 prosent fyri niðaru loysnini og 40 fyri teirri ovaru, meðan 5 atkvøður, svarandi til 1 prosent, vóru blankar.

Hetta skuldi tí verið ein hampiliga greið ábending til bygdarráðið um, hvat rættast nú er at gera.


Stórur áhugi

Leirvíkingar eru helst tey, sum vita mest um tað at fara á val hesi seinastu árini, annaðhvørt tað so er eitt politiskt val ella fólkaatkvøðu.

Millum hesi valini var ein fólkaatkvøða á heysti 2006, tá avgerð var tikin um, at Leirvík og Gøta skulu leggja saman. Í fjør var fólkatingsval, í januar í ár løgtingsval og í gjár fólkaatkvøða.

Hóast hesi mongu valini tey seinastu árini, er einki sum bendir á, at fólk í Leirvík hava mist hugin at fara á val.

Formaðurin í valstýrinum segði við Portalin í gjárkvøldið, at áhugin fyri atkvøðugreiðsluni og uppteljingini var sera stórur. Væl omanfyri 50 fólk vóru í fimleikarhøllini í kvøld og fylgdu við uppteljingini.

Íalt vóru 84,5 prosent av fólkinum á vali. Hetta er góð 8 prosent meiri enn við fólkaatkvøðuna í 2006, tá spurt varð um samanleggingina við Gøtu kommunu.

- Jú, valið hevði stóran áhuga millum bygdarfólkið, staðfesti Jacob Meinhard Sólbjørg.





Klárt at fara undir vegin


- Nú er eingin ivi um hvørja loysn, ið fólkið ynskir. Nú fara vit í gongd, sigur borgarstjórin í Leirvík, Fríðgerð Heinesen


Leirvík: Hóast borgarstjórin sjálv var fyri teirri ovaru loysnini, fer hon nú til verka at fáa gongd á málið um vegaføringina í Leirvík.

Hetta er sama uppskot sum løgtingið hevur samtykt at gera, og sum tey hjá landsverki eisini hava gjørt eina verkætlan um.

Sambært heimasíðuni hjá landsverki er verkætlanin nærum klár at bjóða út. Mett verður, at arbeiðið fer at taka eini tvey ár at gera og er kostnaðurin mettur til góðar 40 mió krónur.

Ætlan hennara er at kalla bygdarráðið saman til fundar ein av allarfyrstu døgunum, møguliga longu fríggjadagin í hesi vikuni.

- Her fara vit so at staðfesta úrslitið av fólkaatkvøðuni í fyrsta lagi, og síðani fáa eina byrjan upp á arbeiðið, sigur Fríðgerð Heinesen.

Á fíggjarlógini í ár er játtað 1 mió krónur til hesa vegagerðina, men sum Fríðgerð Heinesen sigur tað so satt: - Vit fáa ongan veg fyri hesa upphæddina. Her má meiri til enn so!

Bygdarráðið hevur ymisk ynski til, hvussu ein skipar innkoyringina og økið við bátahylin. Men hetta skal so ikki forða landsverki í at fara undir hesa nógv umtalaðu verkætlanina.

Nú er nóg mikið tosað. Nú er øll ógreiða um vegaføringina burtur. Nú sleppa leirvíkingar umsíðir undan, at ferðslan til og frá Norðoyatunlinum fer beint gjøgnum heimbygd teirra.