Jenis av Rana, løgtingsmaður
Gev vanliga føringinum váttan um ognarrætt hansara til eftirverandi partin av Føroya Banka!
Tá Løgtingið kemur saman á Ólavssøku, fer undirritaði, vónandi saman við fleiri áhugaðum løgtingsfólkum, at leggja fram uppskot um at luta tann triðingin av Føroya Banka, sum ikki er privatiseraður (les: seldur útvaldum fyri undirprís) javnt millum núverandi ognarar- tvs. 48000 føroyingar.
Hvør dagur, ið er farin síðani banka(g)søluna, ber boð um viðurskifti, sum neyvan nakar trúði funnust á okkara leiðum. Innside vitan tykist, heldur enn at forða, at hava verið ein fortreyt fyri at keypa. Hetta kunnu vit staðfesta, hóast innlitið, okkum uttanfyristandandi er givið, er syndarliga lítið. Men við kravda opinleikanum um hvør ( feløg og/ ella persónar ) eigur meira enn 5 procent av aktiunum, er øll grund at frykta fyri hvat fer at vísa seg, um vit fáa innlit í hvørji eiga t.d. 3%, 4% ella kanska 4,9 %.
Hatta er “listinlært bankarán við pappíri og blýanti”! Soleiðis metti føroyingur, hvørs lutur var at missa sín part av bankanum, og ikki verða millum tey útvaldu, ið fingu loyvi at keypa sítt egna aftur. Óivað hevur hann rætt í sínu meting. Men rán verða vanliga eftirkannaði, og so átti at verið við hesum seinasta av sínum slag í Føroyum. Loyvi mær tí eisini at heita á Løgting og Landsstýri um at skipa fyri einari óheftari og grundleggjandi kanning av søluni *
Fyribils er 1/3 av bankanum enn ogn hins almenna- tvs. ogn hjá vanliga føroyinginum. Út frá gongdini higartil eigur Løgtingið at tryggja borgaranum hesa ogn sína við at luta hana til hvønn einstakan. Hetta skuldi givið áleið 80 aktiur til hvønn, aktiur, sum ognarin síðani kann gera við, sum honum tykir best. Hetta uppskot verður lagt fyri Løgtingið, so skjótt høvið býðst- tvs. Ólavsøkudag 2007.
* ein møguleiki er, at Løgtingið, sum undantak, heitir á umboðsmansstovnin um at kanna søluna. Hesin stovnur hevur higartil víst seg at liva upp til tær vónir, ið settar vórðu til hann sum verji av rætti einstaka borgarans.