Fólkið í Kaldbak fekk tað fyrsta stikkið

Tórshavnar Býráð hálar í hondbremsuna og vil hava at vita, hvat tað er, sum gongur fyri seg

Tað er nú greitt, at kaldbaksfólk hava fingið fyrsta stikkið í málinum um grótið, sum kemur úr Eysturoyartunlinum.

 

Annars er avtalað gjørd ímillum Tórshavnar Býráð og tunnilsfelagið, um at grótið skuldi leggjast á Sundi, har tað skuldi gerast til eitt ídnaðarøki upp á einar 50.000 fermetrar, og tað hevur Tórshavnar Býráð eisini samtykt. Tað er eisini samtykt tvær ferðir í undanfarna byráði.

 

Hesum hva Kaldbaksfólk mótmælt tí tey vilja ikki hava størri part av strondini á Kaldbaksfirði skemmaða av bygging. Í hesum sambandi hava tey handað Anniku Olsen borgarstjóra í Havn mótmælisskriv og tá segði hon, at skilti væl, at tey eru ørkymlað.

 

Men hon vísti eisini á, at hetta snýr seg um at loysa ein ítøkiligan trupulleika og tað er at finna pláss fyri grótinum, sum kemur úr tunlinum.

 

Og nú bendir alt á, at mótmælini frá kaldbaksfólkið hava hjálpt, í hvussu so er fyribils. Tí á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið upplýsti borgarstjórin, at fyrbils er málið um at leggja grótið á Sundi, lagt á ís.

 

Í hesum sambandi ætlar býráðið sær í eitt samskifti við tunnilsfelagið fyri at fáa greiði á ymsum viðurskiftum, tí býráðið vil verða tikið upp á ráð í sambandi við tað, tunnilsfelagið ger í Tórshavnar Kommunu.

 

Í býráðnum í Havn eru tey sum heild troytt inn á sálina av at verða "trumlað niður" av tunnilsfelagnum, sum onkur teirra málbar seg.

 

Tað, tey sipa til, er, at tá ið ætlanin at gera undirsjóvartunnilin varð samtykt, samtykti Løgtingið eisini, at felagið skuldi kunna arbeiða í Tórshavnar Kommunu, uttan at hoyra kommunuala myndugleikan.

 

Sostatt hevur tunnilsfelagið hvørki biðið um byggiloyvi, graviloyvi, ella nakað annað loyvi frá Tórshavnar Býráð í sambandi við arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin.

 

Men nú vil býráðið hava ein enda á hesum, og tí hála vit í hondbremsuna og ætla at fara í eitt samskifti við Tunnilsfelagið fyri at fáa greiði á, hvørjar ætlanir, felagið hevur, sigur Annika Olsen.

 

Hon heldur, at tað er ein fortreyt fyri at fáa tær bestu loysnirnar. Og tað merkir so eisini, at ætlanin at leggja grótið á Sundi, er lagt á ís til greiða er fingin á ymsum viðurskiftum.