Fólkið á Kósini: Gleða tey seg til »jólaball«

? Tey flestu línuskipini eru úti, so vit vænta eitt ávíst trýst undan jólum. Vænt andi fara vit at arbeiða heilt fram til fríggjadagin, 21. desember, men hetta veldst um, hvussu nógvur fiskur kemur uppá land í vikuni undan høgtíðini, siga tey í Klaksvík

 

Klaksvík: Tá ið vit frættu av Kósini seinnapartin mikudagin, hevði eingin landing verið beinleiðis til virkið tríggjar fyrstu dagarnar í vikuni. Men línuskipið, Pison, var á veg inn. Ivasamt var, hvør keypir lastina. Kósin plagar sum oftast at keypa fiskin hjá línubátunum í Klaksvík.

Í vikuni hevur virkið annars keypt 180.000 pund av fiski frá P/F Beta í Saltangará og Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Virkið hevur eisini keypt fisk á uppboðssøluni í Klaksvík.

- So, vit hava nóg mikið av fiski til hesa vikuna, og vit arbeiða hvønn dag,siga tey á Kósini.

?Jólaball? og arbeiðstrýst

Í Klaksvík siga tey, at flestu línuskipini eru úti, og tí rokna tey við einum ávísum arbeiðstrýsti í vikuni undan jólum, um veðrið heldur sær, og fiskur verður at fáa.

- Soleiðis plagar at vera, og soleiðis verður helst eisini í ár. Verðurneyðugt, fara vit at arbeiða til og við fríggjadagin, 21. desember.

Tá ið vit frættu mikudagin, gleddi arbeiðsfólkið á Kósini seg annars til ?jólaballið?, sum tey tóku til. Hetta verður í kantinuni á virkinum í kvøld, fríggjakvøldið, 14. desember.

- Hetta plagar at vera eitt hugnaligt kvøld, og flest øll plaga at vera við.Onkuntíð hava vit keypt okkum undirhald, og tað setir sín serliga dám á.

Og jóladøgurðan gera tey sjálvi á Kósini.

- Vit hava havt havt kokk her í nøkur ár, sum burtur av er knýttur atkantinuni. Her er eisini kiosk, og eini trý fólk taka sær av kantinuni um dagarnar.

Og so fellir prátið aftur á tann nógv umrødda døgurðatíman, sum togast hevur verið um á Kósini í eina tíð.

- Sjálvt um vit hava frí í døgurðatímanum, so keypa fleiri døgurða íkantinuni; fleiri eta døgurðan her, onnur taka hann heim við. Fólk á Roykivirkinum keypa eisini døgurða á Kósini, og tey taka hann vanliga heim á Roykivirkið við sær.

Á Kósini vænta tey, at toganin um døgurðatíman skjótt verður loyst, soleiðis at ein matarsteðgur verður í ein hálvan tíma millum kl. 12 og 13.

Sjúrðarberg komin og farin

Fyri umleið 14 døgum síðan kom trolarin, Sjúrðarberg, eystaneftir við frystum toski. Teir høvdu fulla last. Hetta er fyrsti túrurin hjá teimum á toskaveiði í eitt heilt ár ella so., tí undan hesum túrinum vóru teir á rækjuveiði. Sjúrðarberg, sum J.F.K. Trol eigur, er eisini farin avstað aftur.

Frysti toskurin er landaður á Kósini, men sum skilst, er ikki endaliga avgjørt enn, hvagar hann verður seldur, men helst fer hann til Noregs, tí har er prísurin betri fyri hendan fiskin.

Á Kósini vænta tey ikki, at tey fara at keypa nakað av hesi lastini. Virkið hevur áður keypt frystan fisk frá Sjúrðarbergi, men sum skilst, hevur úrslitið ikki verið nakað serligt, tá ið samanum er komið.

- Men tað er ikki tí, at fiskurin ikki er góður. Hetta er góður kvalitetur, mennorðmenn eru fremri í kappingini um frysta fiskin enn vit, og teir hava eisini drúgvari royndir.

Á Kósini fara tey at gera onkrar smávegis broytingar, meðan fiskaarbeiði liggur stilt um jóltíðir. Ein bandfrystari, sum frystir portiónir, skal skiftast út við ein nýggjari, og okkurt gólv skal gerast um. Nýggi bandfrystarin frystir nógv fleiri tons enn hin gamli.