Øllum kunnugt eru nú fleiri enn 52.000 fólk búsitandi í Føroyum. Serliga tey seinastu fimm árni, hevur vøksturin verið stórur.
Tá ið hugt verður eftir, hvørji øki í landinum vaksa mest, so er talan um økini norðanfjørs, meðan fólkatalið sunnanfyri í Sandoynni og Suðuroy er minkað eitt vet.
Fólkatalið í Eysturoynni er vaksið við 1.171 til 11.741 fólkum síðstu fimm árini. Tað svarar til 11,1 prosent vøkstur, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Fólkatalið í Tórshavnarøkinum er vaksið við 1.844 til 20.082 fólkum síðstu fimm árini. Tað svarar til 10,1 prosent vøkstur.
Tað er Vágaøkið, ið hevur triðstørstan vøkstur. Har hevur vøksturin verið 8,9 prosent.
Fjórðstørsti vøkstur er í Streymoynni uttanfyri Tórshavnarøkið. Har hevur vøksturin verið 7,0 prosent.
Í Norðoyggjum hevur vøksturin verið 6,4 prosent.
Økini, ið hava afturgongd í fólkavøkstrinum, eru Sandoyarøkið og Suðuroy. Har er minkingin 0,2 prosent í báðum støðum.
##med2##
Frá 2010 til 2014 minkaði fólkatalið í Føroyum við 341 fólkum, sum svaraði til eina minking á 0,7 prosent. Men eftir 2014 vendi gongdin, og fólkavøkstur hevur verið.
Eftir ein javnan lítlan fólkavøkstur árini frammanundan kom ein vend í fólkatalið í Føroyum miðskeiðis í 2009. Hetta var um tað mundi, tá ið ein altjóða fíggjarkreppa gjørdi um seg og eisini fekk avleiðingar fyri føroyska búskapin. Tilflytingin fór at minka og fráflytingin bara øktist. Hóast talið av eldri fólki vaks javnt og samt, so minkaði fólkatalið í Føroyum, tí enn fleiri av tí unga ættarliðnum fluttu av landinum, skrivar Hagstovan.
Henda gongdin helt fram til einaferð um árskiftið 2013-14. Tá kom vend í. Serliga tí at fráflytingin fór at minka, og síðani fór tilflytingin at vaksa. Longu í 2014 var tilflytingin farin upp um fráflytingina, og fólkatalið fór at vaksa.
Síðani er fólkatalið bara vaksið við stórari ferð ár eftir ár, skrivar Hagstovan.