Tað er neyðugt, at vit taka vantandi fólkavøksturin í Føroyum í djúpasta álvara. Um vit ikki fáa fólkatalið upp, hava vit onki grundarlag fyri búskaparvøkstri og harvið menning av okkara samfelag, og tað er ein vanlagna. Umframt at tað eru 22.000 føroyingar búsítandi í Danmark, sum ikki flyta heim aftur, so sær tað heldur ikki út til, at føroyingar føða fleiri børn enn áður. Ì Tórshavnar kommunu hevur talið av føðslum ligið um 300 um árið, meðan hetta talið í fjør fór niður á 256 føðslar, hetta eru ikki góð útlit. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, men ein sannroynd er, at tað er dýrt at búgva í Havn, og tað kann halda familjum aftur at fáa sær barn nummar 2 ella 3. Tí avgjørdu vit á seinasta býráðsfundi fyri jól at hækka systkinaavslátturin úr 25% upp í 75%. Hetta skuldi hjálpt hartraktu barnafamiljuni og møguliga givið øðrum familjum fíggjarligt rásarúm til at fáa sær eitt barn aftrat.
Tað skal vera freistandi at flyta aftur til Føroyar
Fyri at fáa føroyingar uttanlands og onnur at flyta heim til Føroyar mugu vit gera tað freistandi og spennandi at búgva í Føroyum. Fólk í dag seta krøv og velja tískil neyvan at flyta til Føroyar av reinari nostalgi. Tað eru 89 læknar, 54 løgfrøðingar og 83 útbúnir føroyingar innan vinnulív og leiðslu í Danmark. Hetta er serfrøði, vit hava tørv á í Føroyum, og hava vit ikki ráð til at lata standa til. Her eiga vit at skapa karmar fyri einum spennandi vinnulívi og arbeiðsumhvørvi, har tað fíggarliga lønar seg at flyta heim. Tann størsti bólkurin av føroyingum, ið eru búsitandi í Danmark, eru fólk, ið starvast innan tað almenna; 334 sjúkrarøktarfrøðingar, 371 námsfrøðingar, 227 lærarar og 685 heilsuhjálparar. Tað skulu ikki nógvar kanningar til at rokna út, hví hesin bólkurin er so stórur. Lønin í nevndu bólkum er hægri í Danmark enn í Føroyum, umframt at livikostnaðurin í Danmark er lægri. Hetta kunnu vera orsøkir til, at hesir føroyingar ikki halda, at tað lønar seg at flyta heim aftur.
Umframt at tað fíggjarliga skal løna seg at búgva í Føroyum, mugu vit føra ein góðan starvsfólkapolitik, har trívnaður og førleikamenning eru lyklaorð. Hartil skulu vit styrkja um mentanarlívið, býarlívið og frítíðarlívið, sum eisini er neyðugt fyri tann sosiala trivnaðin. Velur man at arbeiða uttanlands, men búgva í Føroyum, so skal man hava møguleika fyri at draga meginpartin av ferðaútreiðslunum frá í skatti, um man er skattskyldug/ur í Føroyum. Vit mugu seta ferð á vínnulívið, vitanina og vælferðina, soleiðis at vit kunna økja um fólkatalið í Føroyum og harvið skapa gróðrarlíkindi fyri búskaparvøkstri og samfelagsmenning.