Niklái Petersen
tjóðveldisflokkurin
Nú aka ABC - din flokkarnir stórslalom í valstríðnum, men tjóðveldisflokkin koma teir ongantíð uttanum, teir mugu altíð stýra um tjóðveldisflokkin.
Tað verður nógv høgt eftir tjóðveldisflokkinum í hesum døgum, bæði frá vinstru og høgru, hjá onkrum man tjóðveldisflokkurin vera grannvaksna líktornið, so ilt tað kennist.
Avstemmudankaði sjefidiologurin í fólkaflokkinum illneitast inn á tjóðveldisflokkin bæði tíðliga og seint, so tað fyri hann má kennast sum marran, tá hon er uppá tað ringasta, hesir stóru grannvaksnu tjóðveldismenninir, sum koma rópandi og brølandi oman um bøgarðarnar. Hann hevur annars brølað fyri seg gjøgnum tíðirnar.
Íhaldið ræðist mest sínar egnu, bara avgerðirnar verða tiknar so langt burturi sum gjørligt, ongantíð ov langt, so er tað í fínasta lagið.
Løgið at so skal vera, at man er nøgdur við molarnar, sum so hissini detta okkum í hendi.
Hvat er galið við at gera vart við og verja føroysk áhugamál á Fólkatingið, hví skal tað vera róp og skrál at verja sínn rætt!!!
Hví skal tað tutlast og mutlast um føroysk viðurskiftir í korridorunum á Kristiansborg???
Tjóðveldisflokkurin vil, at í Føroyum skulu føroyingar ráða og eingin annar.
Tjóðveldisflokkurin er og verður einasta hóttanin móti kolonipolitikkinum hjá danska statsapparatinum.
Vel so tað munar- vel góða røkt- vel tjóðveldisflokkin- vel lista E.