Nei, góðu føringar, latið tykkum ikki villeiða av hesum monnum, tí alt tað teir higartil hava víst í verkið er so langt burtur frá tí sum fólkið vil , og tann demokratiska rættin at latað fólkið talað í maj,- hann tordu teir heldur ikki at geva okkum .
Hví kunnu vit so spyrja okkum sjálvi???
Svarið er sera einfalt, - nevniliga tað at Føroyska fólkið vildi ikki tað sum teir vildu, - teir ræddust úrslitið!!!
Fólkatingsvalið hesaferð verður ikki einans spurningurin um at fáa Føroysku røddina, - SAMBANDSRØDDINA valda inn á fólkating, og harvið verða við til at byggja land - men eisini eitt val har vit sum veljarar mugu vísa loysingarflokkunum hvar vit standa í forhold til Ríkisfelagskapin við Danmark og Grønland.
Áheitan mín til Ung sum Eldri er: Verið við til at tryggja framtíð tykkara,- fari á val 20 . novembur og seti krossin við eitt av umboðum SAMBANDSFLOKSINS, vit tæna tykkum best.