Fólkatingsval innan tveir mánaðir

– Um Liberal Alliance heldur fast um kravið um toppskattalættan – og soleiðis sær tað út – so kemur fólkatingsvalið innan tveir mánaðir.

 

Tað segði Hans Engell, ein hin fremsti politiski eygleiðarin í Danmark, við in.fo í gjár.

 

Hans Engell skrivar í greining í Ekstrablaðnum í dag, at Anders Samuelsen, formaður í Liberal Alliance, hevur nevnt, at fólkatingsvalið kann koma í januar.

 

– Men tað fer av álvara at standa á komandi mánaðin. Tí samstundis sum Andres Samuelsen er vorðin meira stívrendur í sínum sjónarmiði, so er Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum, farin hinvegin, sigur Hans Engell.

 

– Hann vil ikki offra eina krónu upp á toppskattalætta. Líka mikið um tað so førir til fólkatingsval. Tað ljóðar eisini, sambært Hans Engell, at DF formaðurin er tann í bláa veingi, sum leggur minst í, um tað verður val nú.

 

– Hann tykist nærmast líka glaður. Um Løkke ikki megnar at halda skil á flokkunum, og LA heldur fast um kravið um toppskattalættan til millióningarnar, so verður uttan iva val, heldur Hans Engell.

 

At tað valla slepst undan eini uppgerð, lýsir Hans Engell við, at tað er sera langt millum floksleiðararnar báðar, Andres Sameulsen í Liberal Alliance og Kristian Thulesen Dahl í Danska Fólkaflokkinum.

 

Thulesen sigur nei, tí hann veit, at í somu løtu, sum hann góðkennir toppskattalættan til millióningarnar, so fær hann stóra mótstøðu frá fakfelagsrørsluni og Javnaðarflokkinum – sum fer at føra nógvar av veljarunum hjá Danska Fólkaflokkinum í føvningin á Mette Frederiksen í Javnaðarflokkinum. So tað verður ikki lukkuligt fyri hann, um hann boyggir seg fyri kravinum hjá Liberal Alliance.

 

Hans Engell sigur, at tað hevur ikki so stóran týdning fyri Thulesen Dahl, um Lars Løkke Rasmussen er forsætisráðharri, ella ikki.

 

Hjá Anders Samuelsen er støðan eisini nokso greið, hóast hann er undir trýsti. Ikki bara frá hinum flokkunum á bláa veingi, sum fara illa við honum, men sum lata Dansk Folkeparti fáa frið.

 

– Higartil tykist einki benda á, at Andres Samuelsen fer at bakka fyri trýstinum. Hann hevur roynt so nógv, og meingakanningarnar eru ikki so galnar hjá honum. Veljararnir stuðla honum. Og sjálvt um Anders Samuelsen rósti setanarrøðuni hjá Løkke, lovaði hann einki viðvíkjandi toppskattinum. Hinir borgarligu flokkarnir vóna, at samráðingarnar um 2025 ætlanina hjá stjórnini fara at loysa upp støðuna. Men trupulleikin hjá Anders Samuelsen er bara, at um hann nú broytir støðu viðvíkjandi toppskattinum, so kemur hann illa fyri.

 

– Tí tær nýtist ikki at vera tann stóri politiski spámaðurin fyri at vita, at um Anders Samuelnsen og LA bakka nú – uttan at toppskatturin verður lækkaður, so verður hann kosin ársins størsti lyftisbrótari. Og ta støðuna vil hann ikki koma í, heldur Hans Engell.