Fólkatingsval í dag

Klokkan níggju í morgun danska tíð lata tey 1.454 valstøðini í Danmark upp, og so hava 4.082.518 danir møguleika at manna Fólkatingið av nýggjum. Tey hava eisini nóg mikið at velja í, tí 804 valevni eru til teir 175 sessirnar, sum teir donsku veljararnir skulu manna. Herafturat koma so tvey úr Føroyum og tvey úr Grønlandi.

Í Danmark lata valhølini lata aftur klokkan átta í kvøld danska tíð, og donsku fjølmiðlarnir vænta, at tingmannabýtið millum flokkarnar verður greitt tríggjar til fýra tímar seinni. Tey seinastu nøvnini koma ikki fyrr enn í annaðkvøld.

Í Danmark eru 57.361 fleiri veljarar til hetta valið til til valið fyri fýra árum síðani.