Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
????????
Tá ið tú til fólkatingsvalið tann 8. februar fert at velja tína rødd út í heim, so hevur tað týdning, at tú hugsar um, hvørt røddin yvirhøvur verður at hoyra í Fólkatinginum, og um títt fólkatingsumboð fer at arbeiða fyri Føroyar út í heimi.
Allir teir føroysku fólkatingslimirnir hava í nógv ár verið fulltíðarpolitikarar í Føroyum eisini. Tí hava Føroyar fingið ov lítið burtur úr hesari uttanlandssumboðan. Fólkatingið og Løgtingið arbeiða sum kunnugt samstundis. Eingin kann røkja tveir tingmannasessir í senn í hvør sínum landi. Bæði sambandskvinnan og tjóðveldismaðurin á Fólkatingi hava hesi seinastu fýra árini verið bæði løgtingsmenn og fólkatingsmenn.
Tann føroyski fólkatings-limurin fær góða løn og góðar umstøður - tað forpliktar! Hvat høvdu føroyingar sagt, um vit rindaðu fulla løn og eftirløn til tveir danir í Løgtinginum, og at teir ongantíð vóru at hitta.
Tí hevur tað týdning, at tú velur ein flokk, sum vil taka fólkatingsarbeiðið í álvara, og at tú velur eitt fólk, ið vil arbeiða í Fókatinginum burturav, og sum dagliga og áhaldandi vil arbeiða fyri at styrkja støðu Føroya á altjóða leikpallinum.
Vegna Javnaðarflokkin bjóði eg meg fram til at taka hesa uppgávu uppá meg - At røkja fólkatingssessin sum eitt fulltíðarstarv.