Fólkatingskvinna úr Vinstra til tey Konservativu

Eitt fólkatingsumboð afturat fer nú úr danska flokkinum Vinstra. Fyrrverandi politiska framsøgufólk floksins, Britt Bager, er farin til tey Konservativu.

 

Fólkatingskvinnan Britt Bager fer úr Vinstra og skiftur til tey Konservativu. Tað váttar Konservativi flokkurin fyri Ritzau.

Hon hevur áður verið politiskt framsøgufólk fyri Vinstra.

Birtt Bager er ikki fyrsta fólkatingsumboð hetta valskeiðið, sum fer úr Vinstra.

Fyrrverandi forsætisráðharrin og formaður í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, eins og fyrrverandi ráðfrúan og næstforkvinna floksins, Inger Støjberg, eru tey kendastu, sum eru farin úr Vinstra seinastu tíðina. Bæði eru í løtuni uttanflokka í Fólkatinginum.

/ritzau/