Eftir uppskoti frá Norðuratlantsbólkinum, skipar Verjunevndin á Fólkatingi fyri hoyring um trygdar- og tilbúgvingaravbjóðingar í Føroyum og Grønlandi 25. august 2010 á Christiansborg.
Mikudagin 25. august kl. 9.30-13.00 skipar Verjunevndin á Fólkatingi fyri opnari hoyring um trygd og tilbúgving í Norðuratlantshavi og arktiska økinum og verður hon hildin í Landstingssalinum á Fólkatingi. Millum røðararnar til hoyringina, ið Høgni Hoydal og Sofia Rossen (Norðuratlantsbólkurin) hava tikið stig til, eru føroyski uttanríkismálaráðharrin Jørgen Niclasen og grønlendski Landstýris-formaðurin Kuupik Kleist.
Jørgen Niclasen og Kuupik Kleist fara saman við politikarum og serfrøðingum úr Danmark, Íslandi og Noregi at geva teirra boð uppá tær avbjóðingar og møguleikar Føroyar og Grønland hava, samstundis sum veðurlagsbroytingarnar og ein nýggj trygdarmynd taka seg upp í økinum. Dentur verður serliga lagdur á vaksandi virksemið og fráleiddu avbjóðingarnar í sambandi við trygd og virksemi, ið nýggjar siglingarleiðir og útvinning av orkukeldum fara at skapa.
Høgni Hoydal hevur vónir um, at hoyringin fer at fáa hesi mál á politiska dagsskrá, og at tjóðirnar, ið liva og virka í Norðuratlantshavi og arktiska økinum taka ábyrgd og skipa samstarv um nýggjar og tilvitaðar ætlanir fyri trygd og tilbúgving.
»Síðani Kalda Kríggið hasaði av, hevur Norðuratlantshav og arktiska økið verið í einum ongamannalandi, tá ræður um trygdarpolitikk og tilbúgving. Men Norðuratlantshav og arktiska økið eru aftur um at gerast brennidepil í heiminum. Tað ovurstóra livandi tilfeingið; ráevni í undirgrundini; veðurlagsbroytingar; nýggjar siglingarleiðir; møguleikarnir til varðandi orkuframleiðslu; royndirnar hjá Russlandi at endurvinna støðu sína sum stórveldi í Norði; og krøvini hjá londunum til landgrunnin uttan fyri 200 fjórðingar, sum nú verða send ST. ? Hetta eru alt tættir, ið lýsa tann ovurstóra tørvin á einum tilvitaðum trygdar- og tilbúgvingarpolitikki í Norðuratlantshavi og arktiska økinum.
Vit, tjóðirnar, ið liva og virka í økinum, skulu ikki aftur gerast óvirknir áskoðarar til gongdina. Vit skulu taka ábyrgdina av at skipa samstarv um nýggjar og tilvitaðar ætlanir fyri trygd og tilbúgving, við serligum denti á norðurlendskt samstarv um sivila tilbúgving, umhvørvisvernd og fólkarætt í økinum. Vit vóna, at henda hoyringin á Christiansborg fer at fáa hesi mál sett á politisku dagsskránna.«
Danska verjumálaráðið verður umboðað, eins og Grønlands Kommando og vísindafólk úr Íslandi og Noregi eru boðin við. Til hoyringina luttaka harafturat umboð frá Verjunevndini, Føroyanevndini, Grønlandsnevndini, Uttanríkispolitisku Nevnd, Uttanríkisnevnd og danska sendinevndin í Norðurlandaráðnum. Hoyringin verður á norðurlendskum.










