Fólkatalið veksur eitt vet – men fólkabotnurin undir Føroyum viknar

Er tað rætt sum teir báðir hægstu menninir í landinum og teirra hermarar siga, at nú er vend komin í, fólkatalið veksur aftur nakað, so fráflytingin er ikki tað ljóta hóttandi trøllið longur? Ella er hinvegin teirra líkasæla um hetta álvarsmálið ein tann størsta hóttanin móti føroyska samfelagnum?

Hagtølini seinastu tíðina benda á, at tann stóra fráflytingin minkar nakað. Frá at hava verið um 260 fólk um árið fer hon kanska niður í eini 100. Hetta viðførir so, at fólkatalið ikki minkar á sama hátt sum síðstu 4-5 árini. Kanska vit aftur koma á ein fólkavøkstur um eini 50-100 fólk um árið – sum tað var áðrenn Kaj Leo bleiv løgmaður.

Tað er jú so, at so longi vit enn hava eitt burðaravlop oman fyri 200, og fráflytingin “bert” verður eini 100, so loypa 100 av sum vøkstur í fólkatalinum.

Men trupulleikin er ikki í sjálvum fólkatalinum
Tað er ikki ein trupulleiki í sær sjálvum, um fólkatalið minkar eitt vet. Ella nøkur bjarging, um tað veksur við 22 fólkum, 57 ella 100.

Tann stóri álvarsami trupulleikin er ein áhaldandi avskepling av aldurssamansetingini í fólkinum. Eitt dømi sæst á Mynd 1:



Frá 1.jan.2004 til 1.jan.2013 er hetta hent:
• Yngri enn 40 ár eru blivin 2.470 færri
• Eldri enn 40 ár eru blivin 2.490 fleiri

Hetta avdúkar ein dupultan trupulleika
• Ein demografiskan trupulleika, við at fólkabotnurin undir føroyska samfelagnum viknar og tódnar, so evnini versna til at endurnýggja fólkamongdina í landinum.
• Ein vælferðarbúskaparligan trupulleika, við at parturin av fólkinum í tí familjuskapandi, mest arbeiðsvirkna og inntøkuskapandi aldrinum minkar, meðan parturin av eldri og gomlum fólki alsamt veksur.


Fólkabotnurin tódnar og viknar
Árini 1988-1992 var barnatalið upp á tað mesta. Men síðstu 20 árini er tað minkað líðandi úr 8-900 niður í eini 600. Tendensurin síðstu 10 árini er heilt greiður og bendir á, at føðitalið framhaldandi fer at minka. Hetta merkir so eisini, at uppveksandi ættarliðini gerast minni og minni – tvs. at botnurin undir føroyska samfelagnum alsamt minkar.




Gongdin í føðitalinum sæst sum tann reyða strikan á Mynd 2. Orsøkina til hesa gongdina síggja vit í bláu strikuni á somu mynd, sum vísir hvussu talið at kvinnum í tí mest burðarføra aldrinum er minkað hesi síðstu 20 árini, úr eini 7.000 niður móti gott og væl 5.000.

Orsøkin til lækkandi barnatalið er ikki, at føðitíttleikin hjá føroyskum kvinnum er minkaður so nógv – tvs. at tær hvør sær eiga færri børn. Í miðal eiga føroyskar kvinnur í burðarførum aldri umleið 2,5 børn hvør – og hetta er tað mesta í Norðurlondum og í Europa yvirhøvur.
Sjálvt um vit kunnu vænta, at hesin føðitíttleikin kann fara at minka nakað, fer hann framvegis at liggja í ovasta endanum í Europa.

Tí er tað ikki rætti boðskapurin, at einstøku føroysku kvinnurnar skulu eiga fleiri børn. Tær eru longu tær allar raskastu – tær, sum eru í landinum. Trupulleikin er, at ein áhaldandi fráflyting gjøgnum árini hevur gjørt, at tær eru blivnar alt ov fáar:

Fakta um minkað kvinnuættarlið:
• Frá 1990 til í dag er talið av kvinnum í burðarførum aldri (15-44 ár) minkað við 1.900 – tað er um 19%.
• Bara tey síðstu 9 árini er talið av hesum ungu kvinnum minkað við yvir 700 – ella við 12%.

Tí verður úrslitið eitt støðugt minkandi barnatal – og harvið støðugt minkandi botnur undir føroyska samfelagnum - ikki tí at føðitíttleikin fyri hvørja kvinnu sær er minkaður, men tí at samlaða talið av føroyskum kvinnum í burðarførum aldri er minkað so nógv.

Fráflytingin skapar óndu ringrásina
Tað er ein stór og varandi fráflyting av ungum ættarliðum, sum skapar eina ónda niðurgangandi ringrás: So hvørt eitt uppveksandi ættarlið av ungum kvinnum kemur upp í burðarføran aldur, so karvar fráflytingin burtur av teimum. Av tí sama verða færri børn sett í verðina. So vera aftur færri, ið veksa upp, og haraftrat minkar fráflytingin aftur um teirra lið, og tær fáa so aftur færri børn. Soleiðis eru vit komin í eina ónda niðurgangandi ringrás – Og seta vit ikki hart móti hørðum við munagóðum tiltøkum, so heldur henda ónda ringrásin fram at mala okkum longur og longur niður – til botnurin at enda fer undan.

Fakta um fráflyting árini 2004-2012:
• Vit mistu 1.368 ungar kvinnur í aldrinum 15-29 ár av landinum.
• Samstundis mistu vit 1.140 ungar menn í sama aldri.
• Fyri allar aldursbólkar tilsamans var úrslitið ein nettofráflyting á 2.322 fólk.

Henda søgan um árliga drenið av ungum kvinnum og monnum sæst útgreinað í Mynd 3.




Langtíðaravleiðingin av fráflytingini
Vit kunnu gera ítøkiligar metingar um langtíðaravleiðingarnar av hesi demografisku gongdini við eini framrokning av fólkatalinum 40 ár fram - við hesum kanska bjartskygdu fyritreytum:
• fráflytingin fer at minkar niður í eini 100 um árið,
• føðitíttleikin minkar nakað, men fer framvegis at liggja ovast millum europeisk lond,
• livialdurin fer framvegis at longjast í sama lag sum síðstu nógvi árini.

Og hetta verður úrslitið (øll tøl skulu skiljast sum áleið-tøl):

Broyting í fólkinum frá 2013 til 2052
Aldur Broyting menn Broyting kvinnur Broyting tilsamans %-broyt. av tils.
0-19 ár -1.770 -1.880 -3.650 -26
20-39 ár -820 -980 -1.800 -16
40-64 ár -815 -900 -1.715 -11
65 ár o.e. +2.825 +2.445 +5.270 +70
Tilsamans -580 -1.315 -1.895 -4


Hesi 40 árini minkar fólkatalið altso við 1.895 fólkum. Men júst tað er ikki nøkur katastrofa. Hon er hinvegin, at aldurssamansetingin í fólkinum verður ógvisliga skeiklað:

• barna- og ungdómsættarliðini minkað við umleið 3.649,
• tey vaksnu ættarliðini minkað við 3.509, og
• tey eldru ættarliðini veksa við 5.263
• ella við øðrum orðum: samstundis sum alt fólkatalið minkar 4%, veksir talið av eldri fólkum við næstan 70%

Ein onnur avleiðing er, at burðaravlopið fer at vera negativt longu um 24 ár. Og tá er avlopið burtur, sum hevur bjargað okkum higartil og fylt í holini frá eini skiftandi fráflyting.

Landsstýrið tekur ikki vandan í álvara
Hvat skal nú gerast fyri at venda gongdini? Tað er so ongin grund at koma við fleiri ymiskum fantasifullum uppskotum. Landsstýrið fekk í vár eina drúgva útgreinaða ætlan – Heildarætlanina fyri fólkavøkstur. Her er alt tað rætta, ið gerast skal - ikki færri enn 37 ítøkilig tilmæli um átøk at seta í verk – og ein útgreinað kostnaðarmeting.

So uppskriftin manglar ikki. Einasti trupulleikin er, at Landsstýrið als ikki tekur vandan við fráflytingini og demografisku hóttanini móti okkara samfelag í álvara - og tí líka lítið tekur hesa nærløgdu ætlan í álvara. Longu sama dag, sum Heildarætlanin varð kunngjørd, varð hon skotin niður av Jørgen Niclasen: tað vóru ongir pengar til hetta innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum samgongan hevði lagt fyri tey komandi árini. Og tað sæst so sanniliga eisini í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014.

Heildarætlanin hevði eina kostnaðarætlan fyri landið á 32 mió. kr. í 2014. Síðani 200 mió um árið 2015-17. Tvs. ein bjargingarætlan fyri framtíðina fyri alt Føroya land og fólk fyri tilsamans 600 mió. kr. Tað svarar til ein hálvan Skálafjarðartunnil, ella tveir triðingar av einum Sandoyartunnli.

Hvat er svarið hjá Landsstýrinum? Jú ein hækking til Fróðskaparsetrið á 3-4 mió. kr.- eitt hálvt prosent av tí, sum mett verður neyðugt. Tað er jú til at bæði flenna og gráta yvir!

So longi hetta er hugburðurin hjá ráðandi samgongu er ikki onnur vón, enn at vit skjótt fáa eitt stjórnarskifti, sum kann seta hetta størsta álvarsmálið fyri Føroya framtíð ovast á politisku dagsskránna.

-----
Hans Pauli Strøm