Fyrra hálvár í ár er fólkatalið í Sandavági økt við 27 fólkum ella við 3,37%, í januar búðu 801 fólk í Sandavági og 1. juli var talið økt til 828 fólk. Sandavágur stendur fyri størstu økingini í Vága Sýslu, fólkatalið í sýsluni er fyrra hálvár økt við 46 fólkum, sum svarar til 1,52%, í januar búðu 3011 fólk í Vága Sýslu, sum var økt til 3057 fólk 1.juli.
Næststørst er økingin í Sørvági, har er fólkatalið økt við 16 fólkum, sum svarar til 1,6%.
Í Miðvági er økingin bara 1 fólk, sum svarar til 0,09%.
Í Vatnsoyrum eru tey eisini 1 fólk fleiri, tað svarar til 1,92%
Bøur er eisini vaksin við einum fólki, tað svarar til 1,47%
Í hinum báðum bygdunum í Vága Sýslu er fólkatalið óbroytt, í Gásadali búgva 18 fólk og í Mykinesi búgva eisini 18 fólk.