Fólkatalið í Føroyum minkaði við 26 fólkum í september. 30. september búðu 48.545 fólk í Føroyum.
Fólkatalið minkaði við 47 fólkum fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Minkingin var 200 fólk sama tíðarskeið í fjør.
15 børn færri vóru fødd, samanborð við í fjør, og 48 færri doyðu. Hinvegin fluttu 120 fólk færri av landinum enn sama tíðarskeið í 2009.
At minkingin av fólkatalinum fyrstu níggju mánaðirnar í ár ikki var so stór, sum somu mánaðirnar í fjør, skyldast í høvuðsheitum minni fráflyting og færri deyðsføll, upplýsir Hagstovan.










