Fólkatalið 100-faldast í Mykinesi á útoyggjastevnuni

Mykinesfólk er ovurspent til útoyggjastevnuna, tey meta at eini 800-1000 fólk fara at koma til Mykinesar Tað skal nógvur proviantur til, tá ið eitt so stórt tiltak sum tá ið útoyggjastevnan verður hildin. Rutubáturin BRYNHILD hevur í fleiri dagar silgt fullfermdur við provianti til Mykinesar, tí væntandi verða einir 1000 munnar at metta.

Myndin omanfyri er tikin í dag, tá ið BRYNHILD lá klár at fara vestur, tað fóru eisini fleiri ferðafólk við, sum ætlaðu sær á útoyggjastevnuna. Skráin er fjølbroytt - har verða nógv áhugaverd tiltøk, tí er sera spennandi hjá mykinesfólkum, hvussu blíðir veðurguðarnir fara at verða.

Ferðaætlan á Ùtoyggjastevnuni leygardagin:

Mykinesleiðin M/B Brynhild (Bílegging á 343030, enn er pláss eftir)

Av Sørvági: 10.20 - 12.00 - 13.30 - 15.00

Úr Mykinesi: 17.50 - 20.00 - 21.30 - 23.00 - 00.30

Samband við Bygdaleiðir: Úr Havn kl. 9.15 og kl.13.00. Møguliga verður eykabussur settur inn.

_______________________________________________

Froyur: (Bíleggi pláss á www.puffin.fo)

Ùr Vestmanna til Mykinesar kl. 12.00 og aftur til Vestmanna kl.22. Kostnaður 400 fyri vaksin og 200 og 100 fyri børn (alt eftir aldri). Hetta er fyri báðar vegir.

Sørvágur - Mykines: ikki fastlagt enn.

Froyur siglir eisini fyri Útoyggjafelagið við fólki úr Norðoyggjum. Bílegg pláss hjá Útoyggjafelagnum, tel 757969, um tú ætlar tær við.

________________________________________________

Silja Star og møguliga Silja v/Palla Lamhauge, Vestmanna 424155

Av Sørvági til Mykinesar: frá kl. 11.00 og so leingi tørvur er. (prísur ikki fastlagdur)