Fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør minkaði fólkatalið við 16 fólkum. Sama tíðarskeið í 2009 var minkingin 134 fólk. Hetta upplýsir Hagstovan í dag. 5 børn fleiri vórðu fødd enn sama tíðarskeið í 2009, meðan 41 færri deyðsføll vóru. Hinvegin fluttu 72 fólk færri av landinum enn sama tíðarskeið í 2009.
At minkingin av fólkatalinum fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør ikki gjørdist so stór sum somu mánaðirnar í 2009 skyldast í høvðusheitum minni fráflyting og færri deyðsføll, skrivar Hagstovan Føroyar.