FÓLKASKÚLIN Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Heri Ólason Dam
Vit fremja úrslit
Javnaðarflokkurin

Nógv hevur verið skrivað um fólkaskúlaviðurskiftini í Tórshavnar kommunu í síðstuni. Her er ein ávísur flokkur komin við áskoðan um, at útseta byggingina av Vesturskúlanum og lakka skattaprosentið.
Tórshavnar kommuna hevur brúkt nógvar pengar upp á bygningar til skúlar í kommununi, her kann nevnast: Kollafjarðar skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Argjahamri, Hoyvíkar Skúla, Eysturskúlan og Sankta Frans Skúla. Eysturskúlin og Hoyvíkar skúli hava fingið játtan í komandi árið, og verða umvældir til nútíðar krøv.

Guli bygningurin hjá Kommunuskúlanum er í so vánaligum standi, at hann ikki kann brúkast til undirvísing. Hetta ger, at Kommunuskúlin (í dag) húsast í 4, fyri ikki at siga 5 bygningum. Samstundis sum ein partur av Venjingarskúlanum er niðurslitin og húsast í 3. bygningum. Alt hetta ger, at tað eru nógvar eykaútreiðslur knýttar at hesum skúlum. Og námsfrøðiliga eru hesir bygningar ikki egnaður til nútíðar undirvísingartørv.

Barnatalið er fallandi, her er tað vit skulu byggja tann nýggja Vesturskúlan, ið byggir á nýggjastu námsfrøðina. Samstundis sum vit sleppa av við tveir niðurslitnar ótíðarhóskandi skúlar, ið hava 2 spor hvør, harafturímóti tann nýggi skúlin hevur í alt 3 spor. Hetta kemur at verða størsta nýbrot síðani vit byrjaðu at byggja størri skúlar síðst 1950´inum og fyrst í 1960´inum í Føroyum.

Eg skal ikki gera av, hvat guli bygningurin hjá Kommunuskúlanum, Heimari skúli (Brúni skúli), Ytri skúli (Guli skúli) og lonirnar hjá Venjingarskúlanum á Læraraskúlanum skulu nýtast til, men bara staðfesta, at hesir bygningar hava nógvar møguleikar í sær, samstundis sum teir liggja sentralt, og hetta er ogn hjá Tórshavnar kommunu.

Hetta er eisini í tráð við uppskotið um skúlabygnað í Tórshavnar Kommunu, sum arbeitt hevur verið við, og sum øll skúlastýrini hava tikið undir við.

Tá hesin planur er útintur, er alt fólkaskúlaøkið í kommununi í nútíðar standi til frama fyri børn og starvsfólk. Hetta er ein íløga í okkara dýrabærasta tilfeingi, ið kemur at geva okkum betri møguleikar í framtíðini. Samstundis sum vit sleppa av við 7 bygningar í skúlahøpi, sum brúka nógva olju og krevja nógv viðlíkahald.

Hesum vil eg arbeiða fyri.