Fólkaskúlin: Skal hann vera staðið, har dreymarnir bresta?

Jón Ellendersen

Tá eg læs námsfrøði á universitetinum á Amager, undraðist eg mangan á, at hvørja ferð vit tosaðu um elituskúlarnar í Fraklandi og Onglandi, kom øði í danir. Teir brúktu meiri tíð uppá at rakka elituskúlarnar niður, enn teir nýttu uppá at kanna tað, vit veruliga skuldu: Hvørja úrtøku høvdu næmingarnir á elituskúlunum í mun til vanliga danska fólkaskúlan. "Nej, i den danske skole er alle lige; ingen bliver fremhævet. De svage nyder godt af den synergi, som opstår i den danske folkeskole og de dygtige elever har kun godt af at lære at færdes i forskellige miljøer!"
Jú, gamaní. Men sig mær, eru dugnaligir næmingar eitt slag av børnum, sum liva sum holubúgvar ella eremittar, verða teir ikki frelstir av fólkaskúlanum?
Eg minnist eisini tá eg gekk í Sankta Frants Skúla í Havn, ein privatur katólskur skúli, har flestallir næmingar lærdu meiri enn teir gjørdu í grannaskúlanum, Kommunuskúlanum. Hetta sást best tá vit komu í Hoydalar. Men, næmingarnir úr fleiri bygdaskúlum lógu á hædd við næmingarnar úr Nonnuskúlanum.
Hvat var munurin? Disciplin var eitt, at tiga í tímunum var eitt annað og vitanin um, at dugdi tú væl og var nærlagdur, bíðaði ein "gularót" í hinum endanum. Kommunuskúlabørnini vóru meiri áhugaði í at gera seg upp, fjasa, larma og brúka seg. Og tað sæst fyri stóran part aftur í samfelagnum í dag. Tey, við teimum bestu eksamiunum eru nærum altíð næmingar úr Nonnuskúlanum ella einum bygdaskúla. Súrt kanska, serliga fyri teir næmingar, sum hava brúkt so nógv ár í einum skúla, sum bert hevur lært tey 2/3 av tí, næmingarnir úr Nonnu- og bygdaskúlunum hava lært.
Nú eru sjálvandi undantøk, góðir næmingar úr Kommunuskúlanum og vánaligir úr Nonnu- og bygdaskúlunum, og soleiðis er tað altíð. Tað eru eisini vánaligir næmingar í elituskúlunum.
Men tá samanlíknast skal, so hava alt ov mong hug at javnmeta ensku og fronsku elituskúlarnar við japonsku skúlarnar, og á tann hátt rættvísgera tey tað, vit sóu í sendingini týskvøldið um tveir danskar skúlaflokkar. Men hetta er ein fullkomiliga vónleys samanbering. Ensku og fronsku skúlarnir hava einki at gera við teir japonsku, líka so lítið sum teir donsku hava at gera við elituskúlarnar í Onglandi og Fraklandi.
Úrslitið síggja vit! Alkoholiseraðar tannáringar, stórsøla av narkotiskum evnum í fólkaskúlanum, børn, sum einki annað vita sær til undirhald enn telduna og videospælaran. Tey eta skeivt, sova tilvildarliga, eru ofta deprimeraði, sættast illa við foreldur og systkin og eru mangan sera einsamøll. Fleiri teirra hava bert tjattarar á alnótini sum "vinir" - tey hava mist sambandið við veruleikan, og tá tey koma í skúlan, duga tey ikki at tilpassa seg, tí skúlin er fullur av livandi, nærverandi børnum.
Hetta er ikki bert galdandi fyri teir vánaligu næmingarnar, nei, teir góðu eru væl við. Vit hava fingið tað, sum annar lærarin í sendingini segði: Øll eru vorðin líka býtt! Eingin hevur notið ágóðan av hesum hasarderaða, politiska vágaverki - hvørki næmingar ella lærarar.
Og tíanverri er tað sama við at henda í føroysku skúlunum. Fyrr vóru tað teir donsku skúlarnir, sum skoraðu botnplossini í kanningunum, men nú eru teir føroysku væl á veg. Skúlin er ikki longur fyri børnini. Skúlin hevur einki at geva teimum. Og lærararnir eru frustreraðir. Og fyri at leggja stein oman á byrði, krevja foreldur at skúlin skal uppala børnini. Hvat foreldrini so skulu, hava tey enn ikki greitt frá. Hvussu í Himmalsins navni vanta tey, at ein lærari skal uppala 30 næmingum, 2-6 tímar um vikuna. Nær skal hann so vera lærari.
Fá tað inn í heysin: Vit vera aldri líka, enn minni eins av at skúlin verður gjørdur til eitt slag av búrhøsnaframleiðara. Teir góðu næmingarnir eru góðir av mongum orsøkum, teir vánaligu eru vánaligir av líka mongum orsøkum - og í miðjuni liggja teir næmingar, sum bøta mest av øllum, tí teir detta fullkomiliga niður í millum.
Tá sjálvur Sosialurin, talirørið fyri "at øll skulu vera so líka so líka" er farin at tala at, tá er helst uppá tíðina, at vit vakna. Ella skulu vit ikki longur hava føroyskar læknar, verkfrøðingar, økonomar og hinumegin, føroyskar skiparar, bilsmiðir og timburmenn? Skulu vit bara hava ein gráan hóp av ungdómi, sum ongan møguleika hevur at klára seg í universitetunum ella á teimum teknisku og maritimu útbúgvingunum? Skulu vit hava ein gráan hóp, sum livir av Valium og válar inn og út á psykiatriskum deildum tí tey hava mist sín virðismikla identitet?
Eg veit ikki, men kanska vit bara skulu bíða til vit hava oyðilagt framtíðina hjá fleiri hundrað næmingum avtrat og prógva, at "survival of the fittest" hóast alt ikki var nøkur høpisleys teori. Skulu vit vera leverandørar av 5% av yvirlivarum, 30% av teimum, ið klára seg so dánt og 65% av taparum, sum ongantíð upplivdu, at dreymarnir gjørdust veruleiki tí teir brustu í skúlanum?
Fara politikararnir og "øll-skulu-vera-líka-lærararnir" at kappast um at taka ábyrgdina tá sáið, teir sáa í dag er følnað og kvalt av ókrúti? Og skulu skúlarnir at enda vera ein leikvøllur hjá einum frustreraðum hópi av lærarum, sum hava gloymt hví teir lósu til lærara og næmingum, sum ikki longur vita, at í skúlanum kanst tú búnast til framtíðina?
Tað verður helst, sum abbi mín plagdi at siga: "Ganga í skúla í hundrað ár og so koma heim við einum idiotsprógvi!"