Bæði kyn í gentuskúla
Næmingar eru ymiskir og mugu tí hava ymiska undirvísing. Í verandi skipan fáa bæði dreingir og gentur trupulleikar - dreingir fyrr og gentur seinni. Gentuskúlin gevur ikki dreingjum ein nøktandi skúladag og brynjar ikki gentur nóg væl til mansdomineraða samfelagið.
Kanningar vísa, at fleiri gentur enn dreingir fara víðari til bókligan lesnað. Fleiri kvinnur enn menn fullføra eina útbúgving. Fyri hvørja gentu í serundirvísing eru tríggir dreingir. Gentur fáa betri skotsmál - nú eisini í støddfrøði, sum leingi varð kallað ein dreingjalærugrein.
Um vit síðani hyggja at somu næmingum, tá ið tey nøkur ár seinni eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, er myndin vend á høvdið. Tað er sjón fyri søgn. Tá eru dreingirnir stjórar, leiðarar og politikarar. Hóast eina góða byrjan í skúlanum hava genturnar ilt við at bjóða seg fram.
Mannligir lærarar tíma ikki gentuskúlan
Samfelagið hevur seinastu árini staðið fyri eini vælkomnari broyting á mongum økjum. Frá siðbundna samfelagnum, sum á mangan hátt setti mørk fyri, hvørjar møguleikar fólk høvdu á arbeiðsmarknaðinum, kunnu vit í dag bjóða okkum fram og gera tað, vit hava hug til.
Hetta hevur tó eisini við sær, at persónligu krøvini gerast størri, og at starvið skal geva meining og vera eitt slag av persónsmenning.
Nýggj krøv seinastu árini hava lagt óánaða byrðu á læraran. Hóast tað var ynskiligt, at lærarar høvdu orku og hug til at vera bæði eitt og annað, so er veruleikin ein annar. Nú fleiri av dagligu uppgávunum hjá lærarum ikki er ein faklig avbjóðing, fara lærarar í annað starv - serliga mannligu lærararnir. Vaksandi týdningurin í umsorgan fyri næmingunum og uppgávum, sum onnur áttu at loyst ger, at læraraleikluturin hjá mongum ikki gevur meining.
Ístaðin fyri fakliga at menna lærararnar til uppgávuna at skapa ein livandi skúla, við kvinnum og monnum, fyri gentur og dreingir, er skúlin ein gráur gentuskúli, har fakliga støði er ov lágt.
Er nøkur loysn?
Lætt er at peika á trupulleikarnar, men torførari er at loysa teir. Soleiðis er óivað eisini við hesum. Tó kunnu vit siga, at tá læraraleikluturin ikki gevur somu meining, sum hann gjørdi fyrr, er óivað best at byrja har.
Hugsandi er, at alt hetta hongur saman, tí serliga mannligu lærararnir hava ikki hug at arbeiða í gentuskúlum, har størri týdningur er í at fáa næmingarnir at hava tað gott, enn í fakligari vælveru.
Fyrr var læraraleikluturin einfaldari og undirvísingin meir konkret og samanhangandi, lærarin gjørdi tað, hann var útbúgvin til, og fólk tosaðu virðiliga um hetta starv. Tó eg á ongan hátt ynski gamla skúlan aftur, er hetta avgerandi treytir fyri trivnað hjá lærarum. Hetta gevur sjálvsálit og harvið eisini trivnað hjá næmingunum.
Lærarar eiga at fáa tíð og møguleikar til fakligar avbjóðingar, so bæði kvinnur og menn í felag kunnu menna fólkaskúlaøki. Áhugavert er at vísa til tíðindastubba hjá DR í vikuni, har formaðurin í LO, Harald Børsting, og stjórin í DI, Lars Goldschmidt, vístu á, at støðug menning av fólkaskúlanum er grundarlagið undir samfelagsligari framgongd í alsamt vaksandi avbjóðingunum. Tí ávara teir álvarsliga donsku stjórnina um ikki at skerja játtanina til fólkaskúlan.