Fólkaskúlaráðið er valt í mars mánaði í 2001 í eitt trý ára skeið og hevur sjey limir. Manningin í ráðnum er Sámal í Skorini, formaður, Jógvan Krosslá, Jákup av Skarði, Elsa Birgitta Pálsdóttir Petersen, Jóhanna Maria Johannesen, Kristianna á Lofti og Hanus Joensen.
Landsstýrismaðurin hevur gjørt greitt, at hann ikki fer at leggja ráðnum lag og avgera, hvat tað skal leggja dent á í sínum arbeiði. Fólkaskúlaráðið verður av landsstýrismanninum spurt um ymisk viðurskifti, sum tað síðani skal lýsa gjølla.
Uppgávan hjá ráðnum skal vera at meta um gongdina í fólkaskúlanum og menningarmøguleikar og við støði í hesum at ráðgeva landsstýrismanninum. Eisini skal tað ummæla tey mál, ið landsstýrismaðurin leggur fyri ráðið.
Harumframt kann ráðið av egnum fyritakssemi viðgera og ummæla øll mál, sum hava týdning fyri fólkaskúlan. Eisini kann tað mæla landsstýrismanninum til at seta í verk ymsar menningar- og granskingarverkætlanir.
Nýggja fólkaskúlaráðið er farið til verka og hevur havt sínar fyrstu fundir.