Fólkapensjónin í vanda

Ætlanin um nýpensjónsnýskipanina verður viðgjørt á fundi í Havnar Arbeiðskvinnufelag hóskvøldið kl. 19 Búskaparráðið mælti í frágreiðing um pensjón og eftirløn í 2007 til, at grundupp-hæddin í fólkapensjónini verður varðveitt, men í lógaruppskotinum til pensjónsnýskipan, sum kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum hin 29. mars, verður skotið upp at taka av grunduppæddina í fólkapensjónini í 2018. Og verður somuleiðis mælt til at mótrokna í allari fólkapensjónini í 2018.

- Um hesar broytingar av okkara Fólkapensjónsskipan verða framdar í verki verður Fólkapensjónin ikki longur fyri øll, sigur Ingrid S. Henriksen, sum leggur fyri á fundinum hóskvøldið.

At taka av grundupphæddina í fólkapensjónini og mótrokna í allari fólkapensjónini aftaná 2018 er sera óheppin broyting, sum á avgerandi hátt brýtur við høvuðs-prinsippið í núverandi norðurlendsku fólkapensjónsskipanum.

Í Danmark og øðrum norðurlondum er Fólkapensjónin ein sosial skipan, ið er fyri øll, sigur Ingrid S. Henriksen.