Fíggjarlóg
Fólkapensiónin skal hækka so mikið, at tað merkist væl hjá pensionistunum. Fíggingin má fáast við at hækka fíggjarlógarkarmin ella við at taka av øðrum játtanum á fíggjarlógini. Verður tað ikki gjørt, er ikki væntandi, at Sjálvsstýrisflokkurin atkvøður fyri fíggjarlógini.
Helena Dam á Neystabø, formaður Sjálvsstýrisfloksins, er púra avgjørd í síni søk. Hetta er eitt mál, sum flokkurin hevur lagt stórt arbeiði í og hevur borið stórar umkostningar av. Bæði flokkurin sum so og hon sjálv persónliga sum landsstýrismaður. Og nú skal málið avgreiðast politiskt, sigur hon.
Sjálvsstýrisflokkurin arbeiðir við eini eftirlønarskipan, sum sambært landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum, Sámali Peturi í Grund, skal loysa fólkapensiónina av. Men tað forðar ikki fyri, at fólkapensiónin skal hækka nú beinanveg, sigur Helena Dam á Neystabø, flokksformaður.
Hon sigur, at fólkapensiónin hinvegin júst er ein treyt fyri, at eftirlønarskipanin, sum arbeitt verður við, kann gjøgnumførast. Tann skipanin er ein skipan, sum fer at galda fyri komandi ættarlið, meðan tey, sum nú eru pensionistar, skulu hava ein bata her og nú. Ein bata, sum tey merkja á pengapunginum, sigur hon.
Helena Dam á Neystabø vísir til seinastu hækkingina, sum gjørd varð. Tá vórðu lagdar 1.000,- krónur oman á viðbøturnar. Tað var ein hækking, sum tilsamans kostaði einar 30 milliónir krónur. Og kravi frá Sjálvsstýrisflokkinum nú er, at hækkingin, sum kravd verður, skal vera minst líka stór sum tann seinasta. Tað vil siga, at flokkurin vil hava í minsta lagi 30 milliónir krónur afturat settar á fíggjarlógini til fólkapensiónir.
Karsten veit av
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað er ikki rætt, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sigur, at hann einki kennir til hetta kravið, Sjálvsstýrisflokkurin setir, nú fíggjarlógin er til fyrstu viðgerð í tinginum.
Hetta er mál, sum ofta hevur verið viðgjørt, sigur Helena Dam á Neystabø. At tað verður tikið fram nú, er tí, at hetta er eisinast møguleiki, sum eftir er at fáa tað viðgjørt, áðrenn fíggjarlógin verður samtykt, sigur hon.
Hon ásannar, at tað hevur ikki borið til at fáa fólkapensiónirnar hækkaðar, tá ymsu landsstýrismenninir hava lagt síni ynski og krøv fyri landsstýrismannin við fíggjarmálum, sum síðan skal býta út tað, sum er at fáa úr stórapotti.
Væl vitandi um, at hetta kann takast sum beinleiðis valagn, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvsstýrisflokkinum, at tað er tað ikki. Hetta er stutt og greitt eitt hjartamál hjá flokkinum, sum tey nú síggja detta niður ímillum. Tí verður tað gjørt vart við hetta soleiðis nú.
Og hon dugir ikki at síggja, at tað skal vera nakar flokkur, ella fyri tað tinglimur, sum iki tekur undir við at hækka fólkapensiónirnar. Tí væntar hon eisini, at tær verða hækkaðar, áðrenn fíggjarlógin veðrur endaliga samtykt.
Taka av aðrastaðni
Tá kravt verður, at fólkapensiónirnar skulu hækka við í minsta lagi 30 milliónum krónum, má eisini vísast á, hvaðani teir pengarnir skulu fáast.
Tað hevur Sjálvsstýrisflokkurin eisini víst á, sigur Helena Dam á Neystabø. Tað skal gerast við at hækka fíggjarlógarkarmin ella í øðrum lagi at taka av øðrum játtanum á fíggjarlógaruppskotinum, sum fyriliggur.
Sjálvt fíggjarlógaruppskotið, sum gjørt er, er ikki so mikið rúmsátt, at 30 milliónir eru at taka av. Avlopið er sett til 159 milliónir. Av teimum skulu 141 brúkast til at avdraga skuld, meðan 18 milliónir so vera eftir. So har fer at mangla í.
Men Helena Dam á Neystabø vísir á, at inntøkuætlanin er sett í lægra lagi. Í hvussu er eftir sum gongdin higartil hevur verið. So kanska kundi okkurt gjørst har, um sjálvur karmurin um fíggjalógina rúmkaðist eitt sindur.
Hinvegin vísir hon á, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur verið ríkiliga gávumildur við íløgum á fíggjarlógini. Serliga eru tað tær væl kendu í samferðsluna, sum hava fingið stóran part, sigur Helena Dam á Neystabø. Uttan at siga beinleiðis, at okkut kann takast haðani, metir hon, at verður ikki annað møguligt, skulu pengar takast av øðrum játtanum á fíggjarlógini at fíggja eina munandi hækking av fólkapensiónini fyri.
Sjálvsstýrisflokkurn kann undir ongum umstøðum góðtaka, at stórar íløgur verða gjørdar »upp á bekostning« av fólkapesnionistunum.










