Danska fólkakirkjan er í tvíningum, nú spurningurin um at víga samkynd í kirkjuni, av álvara er komið í hæddirnar í fólkatinginum. Eftir at ein nevnd, mannað við bispinum í Keypmannahavn, prestum og kirkjuráðsfólkum í farnu viku handaði kirkjuráðharranum eitt tilmæli um at loyva samkyndum at vígast í kirkjunum, hevur kjakið tikið dik á seg, og prestar gera nú vart við sína hugsan.
Ein kanning, sum danska blaðið politikken hevur latið gjørt, staðfestir, at 43 prosent av donsku prestunum eru ímóti, at tey samkyndu skulu vígast í kirkjuni. Meðan 46 prosent av prestunum eru fyri.
Í fólkatinginum er greitt, at stórur meiriluti er fyri at broyta lógina, og væntandi verður eitt uppskot lagt fyri fólkatingið í vetur.