Corona-smittan ger um seg í øllum heiminum. Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði.
Tað siga Uni Næs, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni í dag.
- Vit hava sent skriv til sóknarprestarnar og kirkjuráðini um mannagongdir, ið kunnu verja yngri sum eldri móti smittuni. Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi - alt tað, ið liggur í okkara hondum.
Seinnapartin í gjár fingu prestarnir og kirkjuráðini enn eitt skriv við fleiri tilmælum.
- Men, longu í dag er støðan broytt, og partar av tilmælunum ov veik.
Uni Næs, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson siga, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars, og tað verður ikki fyrr enn fyrst í viku 14, at henda avgerð verður endurskoðað.