Heilsurenning
Tiltakið er fyri øll, bæði børn, ung og gomul. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum, bæði yngri og eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tey luttakandi kunnu antin ganga ella renna teinin. Mest umráðandi er at vera við. Av tí sama verður tiltakið ikki skipað sum ein vanlig kapping, har vinnararnir fáa heiðursmerki. Í staðin verður lutakast um ymsar vinningar millum øll tey luttakandi. Øll tey, sum luttaka, fáa eina t-shirt við prenti á til minnis um dagin.
Renningin byrjar við skúlan í Trongisvági. Túrurin, sum gongur eftir ovara vegi, er væl merktur allan vegin og ongin ferðsla er á vegnum hesa løtuna.
Børnini renna ella ganga 2 kilometrar og vaksin kunnu velja 2 ella 5 kilometrar. Á styttra teininum verður vent við húsini hjá Jan Rasmussen, meðan vent verður við Sjúkrahúsið á longra teininum. Teinarnir enda báðir í skúlagarðinum.
Luttakararnir verða býttir í tveir bólkar: børn (fødd 1992 og yngri), vaksin (fødd 1991 og eldri).
Fólkaheilsurenningin byrjar klokkan 15, og byrjanarnummar fæst í skúlagarðinum í Trongisvági 2 tímar undan renningini. Børn og vaksin gjalda 20 kr. fyri at vera við og peningurin verður goldin, tá byrjanarnummarið verður avheintað.
Undir renningini skipa Hjartafelagið, Fyribyrgingarráðið og onnur áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.










