Føroysk ung roykja illa. Tey drekka heldur minni enn ung í okkara grannalondum, burtursæð frá Íslandi. Og tey brúka í sera lítlan mun onnur rúsandi evni, so sum hassj, doyvandi evni ella sniffa. Hetta eru nøkur úrslit úr eini altjóða kanning, sum Føroyar eru partur av, har 35 lond luttaka.
Tað er gleðiligt, at rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslan hjá børnum og ungum hevur verið frammi í fjølmiðlunum í seinastuni. At miðlar áhaldandi eru við til at varpa ljós á evnið, er vónandi viðvirkandi til, at misnýtslan minkar. Tað er gott, at politi, skúlar og foreldur koma viðmerkingum, tí tað fær okkum til at hugsa og kanska broyta egnan hugburð. Tí vit eru øll somul við til at uppala eitt barn.
Fólkaheilsuráðið fylgir væl við royking og rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu hjá børnum og ungum. Ráðið hevur saman við Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu syrgt fyri, at Føroyar eru við sum sjálvstøðugur partur í eini altjóða kanning, har 35 lond luttaka. Kanningin eitur ESPAD og verður gjørd 4. hvørt ár. Fimta kanningin varð gjørd í 2011 millum øll 15 ára gomul og tølini vóru almannakunngjørd í 2012.
Nýtslan av hassji
Føroysk børn og ung nýta sera lítið hassj samanborið við børn og ung í londunum kring okkum. Einans 5% av teimum hava nakrantíð roynt at roykt hassj. Sama prosenttal er galdandi fyri Noreg. Fyri øll hini Norðurlondini í kanningini og serliga í Danmark er nýtslan rættuliga nógv hægri. Samanlíkna vit okkum við Ísland í hesi kanning, so roykja 10% av teimum ungu í Íslandi hassj.
ESPAD kanning, 2011
Nýtsla av øðrum rúsandi evni enn hassji
Eisini tá tað kemur til onnur rúsandi evni enn hassj, so hava børn og ung í Føroyum eina lítla nýtslu samanborið við okkara grannalond og aftur nógv lægri enn meðaltalið fyri ESPAD londini. Nýtslan er á leið tann sama í Føroyum, sum hon er í Noregi og í Finnlandi. Vit liggja lægri enn Ísland og væl lægri enn Danmark. Eftir meðaltalinum fyri ESPAD londini sæst, at Norðurlond sum heild hava lægri nýtslu av rúsandi evnum enn restin av londunum.
ESPAD kanning, 2011
Rúsdrekka millum ung
Í mun til meðaltalið fyri ESPAD londini, so drekka føroysk ung minni enn meðal. Vit drekka heldur meiri enn tey ungu gera í Noregi og Svøríki, men Ísland hevur eina heilt serliga støðu, har tey hava megnað, at fáa rúsdrekkanýtsluna millum børn og ung langt niður. Føroysk ung drekka kortini nógv minni enn donsk ung gera. Tí ber til at frøðast um, at vit ikki hava somu rúsdrekkamentan sum danir.
ESPAD kanning, 2011
Royking
Hóast føroysk ung roykja minni, enn tey hava gjørt seinastu 15 árini, so roykja tey enn alt ov nógv. 18,7 % av teimum 15 ára gomlu roykja hvønn dag og heili 30,5 % av teimum roykja einaferð um mánaðin ella oftari.
ESPAD kannning, 2011
Samanborið við okkara grannalond, so er tað einans Finland, sum liggur hægri enn Føroyar. Eisini liggja vit nakað omanfyri meðaltalið fyri øll ESPAD londini.
Hagtølini úr Føroyum vísa eisini, at tey ungu halda, at tað er lætt at fáa fatur í sigarettum. Fleiri neiligir felagsnevnarar eru fyri børnini, sum roykja. Til dømis eru tey vinir við aðrar roykjarar. Nakrir, flestu ella allir teirra vinir eru roykjarar. Eisini er meiri sannlíkt, at ein roykjari fær verri støðumet í skúlanum, at hann/hon skulkar oftari, og at hann/hon eisini drekkur. Tey flestu, sum hava systkin, sum roykja, roykja sjálvi. Eisini føla roykjarar, at tey hava trupult at fáa umsorgan frá foreldrum. Kortini eru tey væl vitandi um vandarnar við royking.
Neiligu felagsnevnararnir runt roykjarar vísa tíðuliga, hvussu týdningarmikið tað er, at vit øll kenna ábyrgdarkenslu fyri teimum ungu. At vísa umsorgan og at vera ein fyrimynd – ikki einans fyri okkara egnu børn men eisini teirra vinum og vinum hjá vinum.
Faktaboksir
Niðurstøðan hjá ESPAD um Føroyar í 2011:
Føroyskir næmingar liggja lágt á 6 av 8 lyklaøkjunum í ESPAD kanningini. Serliga eru tað støði av hassjmisnýtslu, sum liggur serliga lágt, nevniliga á 5% mótvegis einum ESPAD meðaltali, sum er 17%. Nýtslan av øðrum rúsandi evni enn hassji, doyvandi evnum og evnum at sniffa eru eisini serliga nógv lægri enn meðaltalið fyri ESPAD londini.
Hinvegin, so er talið fyri royking seinastu 30 dagarnar nakað yvir meðaltalinum fyri øll londini, og tað sama er galdandi fyri rúsdrekka, tá tey drukku seinast. Kortini sær tað út til, at nýtslan av rúsdrekka eins og bingjudrekking í Føroyum ikki kemur so ofta fyri sum hjá hinum ESPAD londunum í meðal.
Sum heild kann sigast, at Føroyar í ESPAD høpi er eitt land, sum liggur niðarlaga í hagtølunum.
Hvat er ESPAD?
Hesi lond eru í ESPAD: Albania, Belgia, Bosnia og Herzegovina, Croatia, Cyprus, Kekkia, Danmark, Estland, Føroyar, Finnland, Frakland, Týskland, Grikkaland, Ungarn, Ísland, Írland, Italia, Lettland, Liecthenstein, Littavia, malta, Moldovia, Monako, Montenegro, Noreg, Póland, Portugal, Rumenia, Russland, Serbia, Slovakia, Svøríki og Ukreina.