Fólkaheilsuráðið : Nógv rúsevni á festivalunum

Rúsevnini eru nógv á festivalunum, og SSP-samskipanin vil fara uppí fyrireikingarnar til festivalarnar fyri at fyribyrgja hesum sum mest møguligt.

 

Sambært fundarfrágreiðing hjá Fólkaheilsuráðnum frá 12. november í 2008, eru festivalarnar karmar um stóra nýtslu av rúsevnum. Sambært frágreiðingini eru ætlanirnar hjá SSP-samskipanini at gerast partur av fyrireikingunum av festivalunum, soleiðis at fólk verða meira tilvitaði um støðuna. Eisini er ætlanin hjá SSP- samskipanini, at fyrireikararnar av teimum ymsu festivalunum skulu í størri mun verða við til at fyribyrgja rúsevnis nýtsluna.

 

Hørðu rúsevnini populerast

Beinta Joensen, fyribyrgingarráðgevi, hevur nógvar royndir innan rúsevnismisnýtslu. Fyri tíð síðan hevði Sosialurin samrøðu við Beintu, og sambært henni var tað serliga tey sokallaðu hørðu rúsevnini, ið vóru at finna á festivalunum. Heroin og annað líknandi herjaði á festivalunum, meðan tey bleytu rúsevnini, sum til dømis hash, vóru eftir øllum at døma farin út av móta.