Fólkaháskúlin er ein kreativur frístaður

- Føroya Fólkaháskúli er ein kreativur frístaður. Tað er ein sosialur og skapandi frístaður. Vit leggja stóran dent á tað kreativa og hava undirvísing í øllum teimum skapandi fakunum innanfyri list. Vit royna eisini at raka øll tey evnini, ið tey ungu í dag halda vera áhugaverd, so sum tekning, tónleik, sjónleik, dans, foto, filmslist, skapandi skriving o.s.fr.


Tað sigur Annfinnur Heinesen, stjóri í Føroya Fólkaháskúla, í samrøðu við lestrarblaðið hjá Miðlahúsinum, tá hann skal lýsa heystskeiðið fyri ung, ið byrjar í september.


Hóast fleiri fak eru á skránni í heystskeiðinum, so metir stjórin, at tað er uttanfyri undirvísingarhølini, at næmingar mennast mest undir einum slíkum skeiði.


- Háskúlin snýr seg um persónliga menning. Menning gjøgnum tað kreativa arbeiði og felagsskapin. Tað at ung fólk búgva saman í einum háskúla í fýra mánaðir. At tey liva, virka, eta og sova undir saman taki, tað ger nakað við fólk. Tað er tann fólkaræðisliga grundtankin, ið vit nøra í teimum. Slíkt finnur tú onga aðrastaðni í Føroyum, sigur Annfinnur Heinesen.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við stjóran í Føroya Fólkaháskúla í Lestrarblaðnum hjá Miðlahúsinum, ið er partur av Vikublaðnum hesaferð og verður borin út til øll húsarhald í landinum.