Fólkafundurin á Háskúlanum ólavsøkuaftan

Í ár verður fólkafundurin á Háskúlanum hildin í túninum, og røðan verður á trappuni við høvuðsinngongdina. Røðari verður Paula Gaard, miðnámsskúlalærari og PhD-lesandi í bókmentum.

– Fólkafundurin verður hildin eftir tilmælum og á besta hátt eftir umstøðunum, og vit vænta at fáa eina góða løtu saman í túninum á Háskúlanum klokkan 18 ólavsøkuaftan. Vit vóna sjálvandi, at veðrið verður til vildar, sigur Føroya Fólkaháskúlafelag, ið sum vanligt saman við háskúlanum skipar fyri fundinum.

Felagið varð stovnað 28. juli 1912 við umleið 100 limum og hevur havt stóra undirtøku kring alt landið. Limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.

Síðani stovnandi aðalfundin á ólavsøku 1912 hevur Føroya Fólkaháskúlafelag á hvørjum ári skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan, og soleiðis verður eisini í ár, hóast hendan ólavsøkan verður so nógv øðrvísi, enn vit annars kenna hana.

Fólkafundurin er almennur, skrivar Føroya Fólkaháskúlafelag.