Fólkaflytingin til og úr Føroyum setur met

Tað er høvuðsorsøkin til, at vit skjótt kunnu bjóða føroyingi nummar 51.000 vælkomnum

Tað er langt síðani, at tað eru flutt so fá fólk úr Føroyum sum hetta seinasta árið. Og samstundis er tað langt síðani, at tað eru flutt so nógv fólk til Føroya, sum hetta seinasta árið.

 

Sum vit skrivaðu á info fyrr í morgun, heldur fólkatalið í Føroyum fram at veksa við somu ferð. 

Les eisini: Fólkatalið í Føroyum veksur við somu ferð

 

Hagstovan sigur, at fremsta orsøkin til, at fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa, er, at tilflytingin er so stór og fráflytingin er so lítil, og sostatt fer fólkatalið, eftir øllum at døma, upp um 51.000 fólk longu fyrst í juli mánað í ár.

 

Hagstovan sigur, at hetta seinasta árið eru 1.143 fólk flutt úr Føroyum og tað er ikki hent síðani 1980, at fráflytingin hevur verið so lítil. Men verður fráflytingin sett upp ímóti fólkatalinum, hevur fráflytingin ongantíð verið minni síðani vit yvirhøvur fingu hagtøl á hesum øki fyri 50 árini, síðani.

 

Tað er serliga hesi seinastu fýra árini, at fráflytingin er minkað í stórum, men samstundis er tilflytingin til Føroya eisini vaksin í fimm ár upp í slag, og hetta seinasta árið flutu 1.717 fólk til Føroya.

 

Samanbera vit hetta seinasta árið við tey vánaligu árini frá 2009 - 2013, hevur fráflytingin verið stívliga 600 fólk minni, og tilflytingin stívliga 400 fólk størri hetta seinasta árið. 

 

Hagstovan sigur eisini, at tað fólkavøksturin býtir seg at kalla javnt ímillum kynini. 

 

Hagstovan sigur eisini, at sum heild veksur fólkatalið allastaðni, uttan í Sandoy, har tað búgva fimm fólk færri nú, enn tað gjørdi fyri einum ári síðani. Fólkavøksturin í Suðuroy er heldur einki at reypa av, tí har vaks fólkatalið 26 fólk, ella 0,6 prosent, men tað er kortini ein broyting, tí har er fólkatalið minkað leingi.

 

Hinvegin veksur fólkatalið lutfalsliga nógv mest í Eysturoy, har tað vaks 2,3 prosent og har er vøksturin serliga á Nesi og í Sjóvar kommunu, har tað vaks 4 -5 prosent. Í Havnini er fólkatalið vaksið 1,5 prosent, og annars er vøkstur allastaðni.

 

Av teimum størru kommununum er tað bara á Tvøroyri, har fólkatalið er minkað, tí har er tað minkað trý fólk, ella 0,2 prosent. Men annars veksur fólkatalið allastaðni, uttan smærri kommunum sum í Fámjin, í Hvalba, í Húsavík, í Skálavík, á Viðareiði og í Fugloy.