Fólkaflytingin skal steðgast beinanvegin

Javnaðarflokkurin
------

Javnaðarflokkurin krevur nú, at samgongan og landsstýrið vísa tað í verki, um tey veruliga ynskja at venda katastrofugongdini í fólkatalinum.

Tá løgtingið verður sett ólavsøkudag, leggur Javnaðarflokkurin fram uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um beinanvegin at taka risastóra trupulleikan við fólkafráflyting í álvara og at seta í verk tiltøk, sum skulu venda gongdini.

Í fyrsta umfari ynskir flokkurin, at landsstýrið setir eina skjóttarbeiðandi fakliga nevnd, sum skal greina orsøkir og avleiðingar av skeivu gongdini, umframt, at hon skal koma við tilráðingum um, hvussu til ber at venda óhepnu gongdini.

Hetta nevndararbeiðið skal vera liðugt longu 1. mars 2013, so landsstýrið kann leggja eina ítøkilga ætlan við uppskotum um langtíðar íløgur og politisk tiltøk fyri løgtingið til støðutakan áðrenn 1. apríl 2013.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Javnaðarflokkurin millum annað, at seinastu árini hava vit sæð eitt sera óheppið mynstur í fólkatalinum. Hetta er lutvíst eitt úrslit av minkandi burðaravlopi, umframt at nettofráflytingin nú er somikið stór, at Føroya framtíð er í álvarsligum vanda.

Samanumtikið ber til at siga, at fyri árini 2004-2011 eru fólk undir 40 ár vorðin umleið 2.000 færri, meðan tey yvir 40 ár eru vorðin nakað tað sama fleiri.

Álvarsligasta langtíðaravleiðingin av hesum er, at fólkasamansetingin millum aldursbólkarnar avskeplast:
- vit fáa færri børn og ung,
- færri ungar familjar verða at tryggja fólkagrundarlagið,
- færri fólk í bestu arbeiðsárum at framleiða, veita tænastur og skapa tjóðarinntøkuna,
- støðugt skeivari lutfall millum unga og eldra fólkið.

Men:

Hvørjar eru orsøkirnar til skeivu gongdina?

Hvat kunnu samfelagsligu avleiðingarnar verða?

Og hvat kunnu vit gera, til tess at venda skeivu gongdini?

Alt hetta vita vit alt ov lítið um, tí higartil hevur nærum ongin gransking verið um hesi viðurskifti. Tí eiga vit at heita á fólk við viðkomandi fakligum førleikum um at greina demografisku gongdina, og út frá hesum at koma við tilmælum til breiða politiska støðutakan, um hvat skal til, fyri at venda skeivu gongdini.

Tað verður Javnaðarflokkurin, sum leggur uppskotið fram, og Rigmor Dam, tingkvinna, verður framsøgufólk í málinum.