Fólkaflokkurin: Vestergaard er essið

Nýggi atkvøðuslúkurin hjá Fólkaflokkinum er frákoyrdi landsstýrismaðurin hjá flokkinum. Hetta vísir nýggj forsøgn, sum er bygd á tvær veljarakanningar Jacob Vestergaard hevur millum annað gjørt seg kendan sum landsstýrismannin, ið flutti Strandferðsluna til Suðuroyar og síðani hegnisliga fekk ein martýrleiklut borðreiddan av løgmanni.

Verður hugt nærri eftir tølunum sær ikki mætari út, enn at nógvar av atkvøðunum stava frá Javnaðarflokkinum ? serliga í Suðuroynni.

Núverandi og fyrrverandi formenninir hjá Fólkaflokkinum standa til at staðfesta sínar støður í Fólkaflokkinum.

Bæði Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen liggja til at fáa 500 atkvøður ella meiri, og lið um lið við teir kemur so kvinnuliga stjørnuskotið, Annika Olsen, við einum líkandi atkvøðutali.

Umvent er sera javnt millum hinar nærmastu biðlarnar til løgtingið. Jógvan á Lakjuni, Heðin Zachariassen, Bjarni Djurholm, Poul Michelsen og Jákup Mikkelsen liggja á millum 200 og 300 atkvøðum. Harumframt mugu Rodmundur Nielsen, Óli Breckmann og Kjartan Joensen metast sum seriøsir kandidatar til ein løgtingssess.

Grundarlagið fyri tølunum er framvegis avmarkað og skal einans síggjast sum ein fyribils forsøgn. Hóast fyrilit eru tikin fyri geografiskum skeivleikum, so kunnu nógv »lokal« hol vera í kanningini. Tó verður mett við stórari vissu, at løgtingslimirnir hjá Fólkaflokkinum verða at finna millum tey, ið nevnd er í grafinum omanfyri.

Tølini verða gjøgnum valkvøldið útskift við upptaldum tølum, og sum valkvøldið líður, fer forsøgnin tí at gerast alsamt neyvari.

Greinskrivarar: Regin Reinert, hagfrøðingur, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur