Kaj Leo,løgmaður hevur sent Fólkaflokkin úr samgonguni Fyri løtu síðan boðaði Kaj Leo Johannesen, løgmaður frá, at hann hevur sagt samstarvið við Fólkaflokkin upp.
Hóast arbeiðslagið hevur verið so sum so í samgonguni, takkaði Kaj Leo Johannesen Fólkaflokkinum fyri gott samstarv.
Fólkaflokkurin boðaði í morgun løgmanni skrivliga frá, at hann ikki tekur undir við íløgukarmunum. Og hetta fekk umsíðir løgmann at taka støðu.
Løgmaður valdi ikki í hesum umfari at skriva út nýval. Hann heldur framvegis fast við, at val verður 19. januar næsta ár. Hann fer tó at tosa við formenninar í andstøðuflokkunum um henda spurning.