Heidi Petersen,
tingkvinna Tjóðveldisfloksins, Vestmanna
???????????????????????????????????
Fólkaflokkurin hevur, sambært stevnuskrá síni, hesi mál fyri hvussu vit skipa okkum tjóskaparliga og búskaparliga í Føroyum.
II Tjóðskaparmálið
Tjóðskaparliga stavnhald fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa lóggávuvald á øllum økjum og -úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum.
IV Landsins fíggjarpolitikkur
Støðið undir tí fíggjarorku, landskassin hevur, er tað framleiðsluvirði, tjóðin skapar. Hetta framleiðsluvirði saman við eini uppsparing er støðið undir einum komandi sjálvstøðugum búskapi.
Um vit nú samanbera hesi grundsjónarmið Fólkafloksins við samgonguskjalið, hann hevur skriva undir saman við Sambands- og Javnaðarflokkinum, so er lætt at staðfesta at ikki er nógv samsvar ímillum orð og gerðir Fólkafloksins.
Um ríkisrættarligu støðuna stendur í samgonguskjalinum "Málið er at greiða viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar. Hetta skal gerast við lóg, so løgtingið hevur heimild at yvirtaka øll mál, undantikið málsøki, sum viðvíkja ríkiseindini."
Og víðari stendur um stjórnarskipanina "Arbeiðið í grundlógarnevndini skal skipast av nýggjum. Uppgávan er at gera eina stjórnarskipanarlóg, sum eisini inniheldur ásetingar um mannarættindi og onnur rættindi. Umframt at lýsa verandi ríkisrættarligu støðu, skal lógin innihalda greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um ríkisrættarliga støðan verður broytt."
Fólkaflokkurin sveik fullveldið.
Í hesum báðum brotum er onki sum bendir á at Fólkaflokkurin á nakran hátt vil arbeiða eftir stevnuskrá síni um ein suverenan stat. Tjóðskaparmálið er parkera hjá Sambands- og Javnaðarflokkinum og flokkurin hevur ongan vilja ella ættlan um at arbeiða fyri einum frælsum Føroyum. Kósin, sum var sett út í kortið eftir valið í ´98, var snarað 180 stig og øll mál um fullveldi slept, bæði við staðfestingini av at onki skal henda við "ríkiseindini" og tá skrivað er undir uppá at avtaka arbeiðið við grundlógini. Tann grundlóg sum kundið verið fundamentið undir einum frælsum Føroyum fyri øll.
Hetta mátti verið svárt hjá Fólkafloksveljarum at liva við, og ófatiligt at teir kunnu liva við slíkum svíki frá flokki sínum. Hvat fer komandi ættarlig at siga til slíka polittiska viðfer av fullveldismálinum? Serliga við atlitið til at undanfarna samgonga kom styrkt út eftir valið 20. januar.
Fókaflokkurin sveik búskaparstýringina
Hyggja vit so eftir hvat stendir í samgonguskjalinum um fíggjar- og búskaparpolitikkin so stendir " Inntøkur landskassans eru minkaðar. Tí er málið at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina. Umframt at tálma útreiðslunum verður serligur dentur lagdur á at fáa inntøkurnar at vaksa við m.a. vinnupolitiskum tiltøkum."
Tað sum er mest ræðandi í hesum brotið er tann veika orðingin um javnvág á fíggjarlógina, har tað bert er orða sum mál at fáa javnvág, og ikki sum krav. Tær útmeldingarnar, sum longu eru komnar frá samgonguni, eru sera skelkandi. Undirskotið á fíggjarlógini skal bert fíggjast við at nýta av uppsparda peninginum. Ábyrgdarloysi tá tað er ringast, og um vit føra tankan víðari fer hetta í síðsta enda at forkoma okkum møguleikan fyri einum sjálvberandi búskapi í Føroyum. Eisini orðingin um vinnupolitisk tiltøk eru ræðandi. Hetta fær ein at hugsa um almennan stuðul til eitt ódynamiskt vinnulív, sum vit sóu í 80´unum, og sum allir føroyingar alt ov væl kenna fylgjurnar av. Og aftur kunnu vit spyrja, var tað hesa kós fólkafloksveljarin valdi 20. januar? Ella sveik Fólkaflokkurin so dyggiliga tað álit veljarin gav honum valdagin?