Stríðið á arbeiðsmarknaðinum er við at gerast tað reina kaos. Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið endaðu við arbeiðssteðgi fyri góðari viku síðan, og so seint sum fyrrakvøldið søgdu semingsmenninir, at teir vóru givnir við royndunum at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið.
Afturat Starvsmannafelagnum eru nógv onnur feløg, sum liggja í sáttmálaloysið og eitt nú eru sjúkrasystrarnar farnar í verkfall av teirri orsøk.
Frá á midnátt í gjárkvøldið fóru eisini limirnir í Føroya Arbeiðarafelag í eitt 24 tíma samhugaverkfall, og tað merkir, at ein rættiliga stóru partur av samfelagnum liggur lamin í dag.
Sambært upplýsingum eru »hini« feløgini í sjúkrahúsverkinum umframt pedagogarnir eisini í holt við at brynja seg til verkfall, og tað merkir sostatt, at landssjúkrahúsið liggur uppaftur meira lamið enn áður.
Í blaðnum í gjár segði Bjarni Djurholm, at fíggjarmálaráðharrin hevði fullan stuðul í samgonguni við tí arbeiði hann var í holt við. Hann vísti m. a. til, at tað er rættari at verða afturhaldin í lønarkrøvunum, tí hækkar bruttolønin, so rýkur meginparturin av hækkingini í skatti. Hann vísti eisini á, at førdi skattapolitikkurin hevur havt við sær, at kappingarføri er bantað nógv mótvegis útlandinum, og at tað eiga vit at varðveita.
Fólkaflokkurin
stingur í ryggin
Men formaðurin í Tjóðveldisflokkinum heldur lítið um tað, sum Bjarni sigur um fullan stuðul.
? Eg haldi, at Fólkaflokkurin hevur stungið Karsten Hansen í ryggin, sigur hann.
? Sáttmálin, sum starvsfólkið á Føroya Tele fekk kemur at liggja, ella liggur longu, sum grund fyri komandi samráðingum og tað skilji eg væl. Føroya Tele er partur av málsøkjunum hjá Fólkaflokkinum og tí áttu teir at sagt frá, tá lønirnar har hækkaðu meir enn Fíggjarmálastýrið vildi hav, og tí haldi eg, at Fólkaflokkurin við hesum hevur stungið fíggjarmálaráðharran í ryggin, sigur Heini O. Heinesen.
Tí heldur Heini ikki so nógv um tann stuðul, sum Karsten Hansen hevur fingið frá Fólkaflokkinum.
? Hetta kann eisini skapa ótryggleika í samfelagnum og tí hava vit ikki brúk fyri, sigur Heini.
Løgtinglønirnar
forða fyri uppílegging
Annars heldur Heini, at tað nú er almannakunnugt, at tað var skeivt av tinginum at hækkað tingmannalønirnar, sum teir gjørdu fyri kortum.
? Eg var ímóti tí frá byrjan, m. a. av tí, at tað kundi gerast ein forðing í sáttmálasamráðingunum, sum komu. Og nú síggja vit, at tað var júst tað sum hendi.
Men kann løgtingið ikki leggja seg út í stríði kortini?
? Nei, tað kann løgtingið ikki. Vit hava við lønarhækkingini púra avskorið okkum frá allari ávirkan. Tað er púra burturvið, at vit, eftir at hava játtað okkum sjálvum eina stóra lønarhækking, fara at lóggeva at lønarhækkingarnar hjá Starvsmannafelagnum ikki skulu verða meir enn t.d. 3 prosent.
Finst at fótalagnum hjá Fíggjarmálastýrinum
Men Heini O. Heinesen hevur tó ikki bara rósandi orð til partamann sín, sum húsast á Argjum.
Hann heldur ikki, at fótalagið hjá fíggjarmálaráðharranum gott kundi havt verið betri.enn tað hevur í hesi trætuni.
? Tað er ein spurningur um ikki Karsten átti at havt givið feløgunum meir enn hann hevur. Eg ivist í hvussu rætt tað er, at avmarkað lønarvøksturin hjá »palleba« til 2-3 prosent, tá eitt nú búskapar- og løgfrøðingarnir eftir øllum at døma hava fingið bæði í posa og í sekk.
Men hvat við tí, sum Bjarni Olsen sigur um kappingarføri?
? Sjálvandi skulu vit hava tað í huganum, men lønirnar hjá løgfrøðingunum hava eisini ávirkan, sigur Heini O. Heinesen.
Men hvussu nógv skuldi Karsten havt lorað?
? Tað veit eg ikki, eg kenni ikki ávirkanina av tølunum, men tvær tríggjar krónur meir um tíman er ikki nógv, sigur Heini O. Heinesen.
Politikkur uppií
Heini O. Heinesen finst annars at gongdini í samráðingunum, sum eftir hansara tykki hava fingið politiskan lit nú.
? Tað verður vent móti Tjóðveldisflokkinum, at vit vilja hava eitt láglønarsamfelag, og at hetta er ein partur av fullveldismálinum, men tað er lygn. Hesi málini hava einki við hvørt annað at gera. Tjóðveldisflokkurin fer ikki eftir einum láglønarsamfelag, og samráðingarnar hava einki sum helst við fullveldismáli at gera, sigur Heini
Fyri mær sær tað heldur út til, at onkur roynir at blanda politikk upp í málið, og tað er ikki gott. Tá gerst støðan ring millum partarnar og tað kann fáa ávirkan á samarbeiði partanna millum framyvir, leggur hann afturat.
? Men Fólkaflokkurin hevur tað gott har hann situr nú. Hann hevði ikki kunna gjørt pettið annað enn tað, sum Karsten ger nú, og tað hevði Javnaðarflokkurin heldur ikki. Nú Fólkaflokkurin ikki hevur fíggjarmálini, kunnu teir bara sita og taka undir og nikkað, og so stinga í ryggin, sum teir eftir míni meting hava gjørt við Føroya Tele. Har høvdu teir møguleikan at »grípa inn«, men tann møguleikan brúktu teir ikki, sigur Heini O. Heinesen
Kanska klossað ov nógv
Heini O. Heinesen heldur tó ikki, at lastin bara kann leggjast øðrumegin, tá til stykkis kemur.
? Tað er væl møguligt, at Fíggjarmálastýrið og Karsten Hansen hava klossað í so nógv í hesum málinum, men eg haldi nú heldur ikki, at fakfeløgini eru feilfrí í hesum málinum, men nú ræður um at fáa enda á sáttmálatrætuni millum partarnar, tí støðan sum hon er nú er skaðilig fyri samfelagið, eingin ivi um tað, endar Heini O. Heinesen.