- Hetta er tann beri sjónleikur!
Tað er ikki sørt, at Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, er tikin á bóli um avgerðina hjá Fólkaflokkinum um at Jørgen Niclasen skal leggja frá sær sum landsstýrismaður, so at Jákup Vestergaard nú eisini skal umsita uttanríkismál afturat fiskivinnumálum.
Fólkaflokkurin sigur, at ein orsøk til hetta er fyri at spara pening í ovastu fyrisitingini.
- Hetta er politiskt spunasmíð og onki annað, sigur Jóannes Eidesaard í stuttari viðmerking, beint áðrenn blaðið fór til prentingar í morgun.
Ongin sparing
Hann staðfestir, at tað er ongin sparing í hesum.
- Anfinn Kallsberg skal hava fulla pensjón og Jørgen Niclasen skal hava bíðiløn í eitt hálvt ár.
- Samstundis strongdi Jørgen Niclasen hart á fyri at fáa settan ein aðalstjóra í uttanríkisráðið.
Endar hetta við, at Uttanríkisráðið verður avtikið, skal aðalstjórin hava løn í trý ár.
Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at tað er nakað høpi í hesi avgerðini hjá Fólkaflokkinum.
Hertil skal viðmerkjast, at Løgmaður hevur longu góðkent broytingina og hevur loyst Jørgen Niclasen úr embætinum og hevur sett Jacob Vestergaard at umsita uttanríkismál.
- Hetta er rættiliga illa umhugsað, tí tað ber ikki til at hoyggja runt við aðalráðum, soleiðis sum Fólkaflokkurin nú ger.
- Jacob Vestergard hevur nóg mikið at takast við í Fiskimálaráðnum og klárar hann at umsita uttanríkismál eisini, kann tað ikki merkja annað enn, at har er so lítið at gera, at tað átti at verðið niðurlagt.
- Hetta er avgjørt at niðurraðfesta uttanríkisráðið, leggur hann afturat.
Formaður Javnaðarfloksins heldur, at tað hinvegin kundi verið ein meining í at lagt Fiskimálaráðið undir Vinnumálaráðið og Uttanríkisráðið undir løgmansskrivstovuna.
Sjálvur visti Javnaðarflokkurin onki um hesa broytingina fyrrenn eftir klokkan níggju í morgun, ella eftir, at fráboðanin varð kunngjørd.
Annars heldur hann, at tað er skilagott at fækka aðalráðini, men tað skal gerast í samstarvi millum flokkarnar í samgonguni og fakfólk á økinum.