- Vilja Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin slaka, kann semja fáast um ein nýggjan kommunubygnað í allar nærmastu framtíð.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.
Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin krevur ikki longur, at skúlamál skulu leggjast undir kommunurnar at verða umsitin.
- Í hesum máli hava vit slakað fyri at slóða fyri eini semju, sigur hann.
Men afturfyri vil Fólkaflokkurin hava, at fólkaatkvøða skal vera í teimum ymsu kommunum um samanlegging.
Hann vil ikki inn á smálutirnir í eini fólkaatkvøðu, men hann staðfestir, at skal ein kommunusamanlegging hepnast væl, er tað altavgerðandi, at fólkið er við og tekur undir við henni.
- Vit mugu tryggja okkum, at fólkið er við til at taka støðu, tí tað er trygdin fyri, at samanleggingin fer at eydnast.
Samdur innanfloks
Formaður Fólkafloksins leggur afturat, at vilja hinir samgonguflokkarnir ganga Fólkaflokkinum á møti í kravinum um eina fólkaatkvøðu, kann semja fáast um ein nýggjan kommunubygnað í næstu viku.
Tað er ongin loyna, at innanfloks í fólkaflokkinum hevur stór ósemja verið um kommunubygnaðin.
Men Jørgen Niclasen sigur, at nú er Fólkaflokkurin fult samdir um leistin og tekur undir við, at tað skulu verða níggju kommunur og at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar.
Men afturfyri skulu hinir flokkarnir taka undir við, at fólkaatkvøða skal vera um samanlegging.
Vit hava fleiri greinar um sama evnið í internetsosialinum í dag.