Fólkaflokkurin rýmdur úr Fíggjarmálaráðnum

Landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum rýmdu fyri løtu síðani úr Fíggjarmálaráðnum, har fundur hevur verið í landsstýrinum um karmarnar til eina komandi fíggjarlóg. Orsøkin er, at Fólkaflokkurin ikki er samdur við hinar báðar flokkarnar. Landsstýrið hevur síðani klokkan 10 í morgun havt fund í fíggjarmálaráðnum um karmarnar til eina komandi fíggjarlóg, nú freistin at lata uppskot inn er í morgin.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri hava seinastu dagarnir sagt, at semja er funnin millum samgonguflokkarnar um rakstrarsíðuna, men hesum er Fólkaflokkurin eftir øllum at døma ikki samdir við.

Fyri løtu síðani rýmdu landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum úr Fíggjarmálaráðnum, og er tað orsaka av framhaldandi ósemjum millum partarnar.

-Vit fara nú at taka hetta upp við restina av flokkinum fyri síðani at taka støðu til hvat næsta stigið skal verða, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í stuttari viðmerking.

Hann vil ikki siga nakað um, hvørt hetta merkir, at Fólkaflokkurin tekur seg úr samgonguni.